Lurta
Jól og trettandi
06.01.2021

Føðingardagar fylla ikki nógv í Bíbliuni, og føðingardagar hjá smáfólki eru als ikki nevndir.

 

Í veruleikanum eru bara tveir føðingardagar nevndir í allari bíbliusøguni – báðir kongaligir. Í 1 Mós. 40,20 verður stutt nevnt, at Farao kongur í Egyptalandi hevur føðingardag og heldur tí veitslu, og í Mark 6,21-28 verður greitt frá Heródesi kongi, har føðingardagshaldið verður Jóhannesi Doypara at bana.

 

Tá kirkjan kendi, at tíðin var búgvin at halda Jesu føðingardag, varð miðvetur valdur at leggja hátíðarhaldið, har ljósið vann fram, og har veitsla var frammanundan í Rómverjaríkinum.

 

Tær bíbilsku frásagnirnar um Jesu føðing og barnaár eru savnaðar í fyrstu kapitlunum hjá Matteusi og Lukasi. Hinir báðir evangelistarnir – Markus og Jóhannes – byrja sínar frásagnir um Jesus, har hann sum vaksin kemur til Jóhannes Doypara.

 

Fleiri av føðingar- og barnasøgunum, sum eru hjá Matteusi og Lukasi, eru prædikutekstir í jólatíðini. Týðandi munur er á, hvussu evangelistarnir hava greitt frá hendingunum. Lukas fortelur gongdina fram til Jesu føðing skiftandi við gongdina fram til føðing Jóhannes Doyparans, og tað er sermerkt, at frásøgnin er fortald við Mariu sum miðpunkti og úr hennara sjónarhorni. Matteus hevur ístaðin Jósef sum høvuðspersón, og hann verður av einglum vegleiddur frá tilburði til tilburð, sum koma fram í dreymum.

 

Vísmenninir á trettandu – mótsett tí, sum mong kanska halda – eru ikki beinleiðis við í bíbliusøguni. Matteus sigur fyrst í 2. kapittuli frá nøkrum vísmonnum úr Eysturlondum, sum koma við gávum fyri at heiðra tað nýfødda barnið. Heródes kongur roynir uttan úrslit at fáa teir at avdúka tilhaldið hjá barninum.

 

Tað er ein framúr frásøgn, og pentað hevur verið upp á hana í fleiri øldir: Vísmenninir eru vorðnir kongar, sum enntá skuldu umboða hvør sín heimspart. Tal teirra er sett til trý - sum helst sipar til, at Matteus nevnir tríggjar gávur: gull, roykilsi og myrru. At enda hava kongarnir enntá fingið nøvn: Kaspar, Melkior og Baltasar.

 

Tað týdningarmesta hjá Matteusi við hesari frásøgnini hevur uttan iva verið at vísa, at tann Jesus, sum varð vrakaður og atsøktur av sínum egnu, varð góðkendur av fremmandum fólkasløgum.

 

Bíbliulesiætlanin 2020-21