Lurta
Bæði Gud og menniskju gleddust um hann
09.01.2021

Jósef og Maria fóru á hvørjum ári til Jerusalem at halda páskir. Tey vóru eisini har tað árið, Jesus fylti 12 ár.

 

Tá ið páskirnar vóru farnar afturum, og tey vóru á ferð heimaftur, var Jesus eftir í Jerusalem, og foreldrini vistu ikki av tí. Tey hildu, at hann mundi vera saman við onkrum øðrum í ferðalagnum, men tey fóru ikki at fregnast eftir honum, fyrr enn tey høvdu gingið ein heilan dag.

 

Men hvørki familja teirra ella vinfólk høvdu borið eyga við hann, so tey vendu aftur til Jerusalem at leita eftir honum har. Tey funnu hann ikki, fyrr enn tey høvdu leitað í tríggjar dagar.


Tá sat hann í templinum ímillum lærararnar og lurtaði eftir teimum og spurdi teir. Øll vóru púra bilsin um, hvussu vitandi hann var, og hvussu hann dugdi at svara.

 

Foreldrini vórðu ovfarin at finna hann har, og mamma hansara segði: „Hvussu kundi tú finna upp á hetta, barn mítt? Pápi tín og eg hava leitað alla staðni eftir tær og hava verið so bangin.“

„Hví hava tit leitað eftir mær?“ svaraði Jesus. „Vita tit ikki, at eg eigi at vera har, sum Pápi mín er?“ Men tey fataðu ikki tað, hann segði.

 

Hann fór heim til Nasaret við teimum og var teimum lýðin. Men Maria legði sær í minni tað, sum hann hevði sagt, og hugsaði ofta um, hvat tað hevði at týða.

 

Jesus mentist og varð ein vitugur, ungur maður. Bæði Gud og menniskju gleddust um hann.


Luk. 2, 41-52
Nýggi Sáttmálin