Lurta
Fólk í milliónatali í Kina koma til Kristus, hóast atsókn og kúgan
30.01.2021

Hóast almennum yvirskriftum í miðlunum um kristin, sum verða atsøkt og kúgað, so koma tó fólk í milliónatali til Kristus.


Kommunistiska landið, Kina


Kina er ein gudleys tjóð. Sambært frágreiðingum seinasta ár, hava kommunistiskir leiðarar av øllum alvi roynt at sett í verk eitt øðiligt fordømandi átak móti teimum kristnu. Í einari frásøgn noyða kinesiskir myndugleikar statsriknu kirkjunum sjálvar at gjalda fyri at hava kirkjurnar opnar.

 

Eisini geva myndugleikarnir fólki boð um at venda Gudi bakið og ístaðin biðja til forsetan. Eitt annað krav, er “at beina burtur kristnar halgimyndir og ístaðin nýta myndir av kommunistiskum leiðarum.”


Hetta ger, at fólk fara at halda, at kristindómurin er við at hvørva. Vantast kann, at afturlatingin av kristnum kirkjum víða hvar í landinum og harðliga ætlanin frá stjórnini móti teimum kristnu, fer at vísa seg at seta greflig spor og gera, at tey kristnu at enda gerast ein lítil minniluti. Tað fer tó ongantíð at henda, tí at Gud heldur fram at fremja stórverk í landinum.


Atsóknir


Kommunistiska stjórnin hevur miskunnarleyst hildið kristindóminum niðri í seinnu helvt av 2020. Sambært søguligum keldum vóru einans ein millión kristin í landinum í 1949. Í dag, er talið av kristnum, vaksið til 100 milliónir; størri enn talið av limum í kommunistaflokkinum.

 

Milliónir koma til Kristus


Í eini kirkju í Kina, ið kallað er tann haitianska, eru mangan ferðsluproppar av fólki á vegnum, ið leita at kirkjuni til tess at koma hagar at tilbiðja. Í Shenzhen eru vanliga 500 dópar hvønn einasta sunnudag. Ungtrúgvandi, yrkislærd, og gitnir høvuðsbólkar úr stóru býunum luttaka í kirkjuni.


Eisini í einum av eystastu býunum í Kina, Wenzhov, er ein stór mongd, ið trúgva á Jesus og nevna býin, Jerusalems Kina.

 

Í onkrari kirkju fara fólk á føtur hvønn morgun klokkan hálvgum fimm fyri at kunna vera saman í tveir heilar klokkutímar til bønahalds.


Í nøkrum kirkjum savnast fólk saman sum húskirkjulið og uppaftur onnur meira fjald í kirkjum undir jørð, fyri ikki at verða sædd.


Bara í Shanghai eru ikki færri enn 3.000 húskirkjulið. Flestu kirkjurnar undir jørð verða skipaðar og leiddar av ungfólki, ið beinleiðis hava verið knýtt at kommunistisku skipanini.


Samanumtikið kann av sonnum verða sagt, at einki menniskja er ført fyri at kúga Guds veldi. Hansara vald fer altíð at sigra, tí Jesus hevur alt valdið bæði í himli og á jørð.

 

Sí eisini video her: https://youtu.be/9dkAgTPHnRo


Christel Berns 28. Januar, 2021
Henry Debes Joensen, umsetti