Lurta
Hetta er sonur mín, hin elskaði
13.02.2021

Tá kom Jesus úr Galilea til Jordanánna at verða doyptur av Jóannesi.


Men Jóannes bar seg undan og segði: „Hví kemur tú til mín at verða doyptur? Tað skuldi heldur verið tú, sum doypti meg.“


Jesus svaraði: „Doyp meg kortini. Tí soleiðis gera vit, sum Gud vil.“ Jóannes eftirlíkaði og doypti hann.

 

Í tí Jesus steig upp úr vatninum, opnaðist himmalin, og hann sá Guds Anda koma yvir seg sum ein dúgva.

 

Og ein rødd av himli segði: „Hetta er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi valt.“

 

Matt. 3,13-17
Nýggi Sáttmálin