Lurta
Arbeiðið fyri friði í Libanon
19.02.2021

Alsamt vaksandi trýst í Miðeystri


Fyri 100 árum síðan vóru 20% av fólkinum í Miðeystri kristið. Í dag eru tey niðanfyri 5%.

 

Libanon, ið áður var kent sum lutfalsliga friðaligasta landið hjá kristnum í Miðeystri. Í dag er trýstið alsamt vaksandi vegna, vánaligan búskap og óstøðugt stýrið í landinum og nógv broyttari fólkasamanseting.


Kristin í Miðeystri rýma úr gamla bíbilska umhvørvinum


Í Libanon búgva meiri enn ein millión flóttafólk úr Sýria og harafturat eini hálvari millión sunni-muslimskum palestinum.


Gerandisdagurin ber dám av harðskapi og yvirgangi. 4. august í fjør sprongdist ein goymsla á havnaøkinum í Beirut í luftina, sum kostaði fleiri hundrað mannalív, og fleiri túsund mistu hús og heim, harímillum tilhaldið, har bíbliufelagið virkar, lagt í oyði.


Íspegilin elvir látur og jaligar kenslur


Libanesiska bíbliufelagið leggur stórfingna orku í at fáa fatur í teimum ungu í skúlaaldri at vera við í ymiskum friðarátøkum m.a. bíbliulesnaði og spurnarkappingum; lesivenjingum, hjálpa lesiveikum, skipa fyri bíbliuskeiðum og bíbilskari sálarsorg, menna bíbliukunnleikan, og byggja upp ein bíbliuheim, har árliga koma túsundvís av libanskum børnum og ungum; menna leikir, ið skapa hugna og gleði. Eisini hevur bíbliufelagið skipað ein íspegil, ella klovn, í starv.

 

Íspegilin, ella klovnurin, Farhan, fortelur teimum um Guds kærleika og umsorgan. Íspegilin, Farhan, er settur í starv hjá Libanska bíbliufelagnum. Navnið, Farhan, er arabiskt og merkir gleði. Og tað er ein gleðiligur boðskapur, hann boðar. Hann fær børnini at grína, so tárini renna. Tað er týðandi fyri tey at fáa beint av vegnum ræðulig krígsminnir.


Hann grøðir ikki kropslig sár


Farhan er útlærdur yrkisligur skemtari og klovnur ella íspegil. Hann hevur leiksýningar í kirkjum og í flóttalegum í Bekaa-dalinum. Hetta skapar eitt gott huglag av gleði og eydnu. Hann leggur fyri og ber gleðiliga bíbilska boðskapin einfalt og kreativt fram.

 

Farhan hevur t.d. ein litríkan fugl og ein hund, ið kann tosa, ella rættari, sum Farhan kann búktala við.Farhan fortelur teimum, at Gud elskar øll børn. Børnini hava nevnliga ikki bara tørv á mati, heilivági og innivist, men eisini einum sum Farhan, klovn at grøða teirra ikki kropsligu sár, men at faa tey út úr tí óndu ringrás.

 

Myndatekstur: Ræðuligu spreingingarnar í havnini í Beirut gjørdu mong hundrað túsund heimleys. Umleið 200 doyðu og 6500 fingu varandi mein.


Synne Garff, altjóða stjóri
Henry Debes Joensen, umsetti