Lurta
Føsta
12.02.2024

At fasta er tað øvuta av at “festa” (halda veitslu). Har veitslan merkir gleði og takksemi, merkir føstan sorg og angur og tænir hartil ofta sum eitt amboð til andaliga djúphugsan.

 

Á veitsludøgum, har sabbattin hoyrir undir, er føsta útilokað. Tí eru sunnudagarnir í føstutíðini heldur ikki við í teimum fjøruti føstudøgunum í kirkjuárinum.


Sambært Markusarevangeliinum verður funnist at Jesu lærusveinum fyri ikki at halda føstusiðirnar, men Jesus svarar, at hendan tíðin, sum hann er saman við lærusveinunum, er ein veitsla, sum útilokar føstu (Markusarevangeliið 2,18-20).


Í roynd og veru kann føstan verða hildin á mongum ymiskum fráhaldsstigum. Í bíbilska og kristna heiminum hevur ein føstudagur oftast verið ein dagur uttan kjøt og vín og við kynsligum fráhaldi og við at spekja holdið á ymiskan hátt.


Í Gamla Testamenti er bert ein felags, árligur føstudagur ásettur. Tað er sáttardagurin – har fólksins syndir verða strikaðar við halgisiðum í templinum í Jerusalem. Men hartil kundi verða boðið til føstu, tá kongur doyði, við ósigri í bardaga ella øðrum vanlukkum, og hvør einsæris kundi fasta við deyða og sjúku.

 

Á Jesu døgum var vanligt millum gudsóttandi jødar at fasta tveir dagar um vikuna – mánadag og hósdag – og sambært Ápostlasøguni 13,1-3 var føsta eisini í kristnum meinigheitum.


Sum allir aðrir halgisiðir er føstan støðugt hótt av tí bert at sita uttaná og at verða eitt amboð at sýna fram gudrøkni. Fleiri profetar brigda ísraelsfólki fyri hendan vánaliga atburð. Serliga Jesaja profetur átalar harðliga ta føstu, sum er at hanga við høvdinum sum eitt sev og at liggja í posa og øsku: “Nei, føsta, sum mær líkar, er at loysa leinkjur gudloysis og slíta bond oksans, sleppa kúgaðum leysum og sorla hvørt eitt ok, at býta sítt breyð sundur til svong...” Jes. 58,6-7.


Í Fjallataluni viðger Jesus hesa fellu við føstu: Tann, sum fastar, skal ikki sýna seg fram við døprum og ókenniligum andlitsbrái, “ Men tú, tá ið tú heldur føstu, tá salva høvur títt og tváa andlit títt, at tú ikki skalt vísa teg fastandi fyri monnum, men fyri faðir tínum, sum er í loyndum; og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær.” Matt. 6,17-18. Vert er at hava í huga, at Jesus er vitandi um, at føsta verður hildin.