Lurta
SAT-7 við nýggjari beinleiðis tænastu. Sæst um allan heimin
02.03.2021

SAT-7 pluss. Fyrsta beinleiðis atkomuliga kristna videostroymingin úr Miðeystri; sæst um allan heimin. Stroymað verður á arábiskum, á farsi og á turkiskum. Hesin nýggi pallur ger tað gjørligt hjá SAT-7 at bera eini breiðari mannfjøld bæði av yngri og eldri ein lívsjáttandi gleðiboðskap á einum fólkafrøðiligum støði.

 

“Eg gleðist í sál og sinni um at kunna siga, at SAT-7 er fyrsta fylgisveina sjónvarpsstova, ið býður eina beinleiðis stroymingatænastu, og einasta sjónvarpsstøð, ið hetta býður á arábiskum, farsi og turkiskum,” sigur RitaEl-Mounayer, SAT-7’s CEO. “Hetta gevur okkara fólki møguleika at kanna teirra egnu SAT-7 upplivingar, nær og óansæð hvar, tey eru.

 

SAT-7 PLUS pallurin, virkar á sama hátt, sum vælumtóktar stroymdir vevkaga sendingar, ella sum ein appur og mobil eind. Eisini er atgongd at nýggjum dagligum sendingum frá SAT-7 ARABISK; SAT-7 PARS; SAT-7 TÚRK; SAT-7 KIDS; útbúgvingum og sosialum frágreiðingum SAT-7 ACADEMY. Hyggjararnir kunnu síggja rásirnar um pallin.

 

Eisini ber til at nýta SAT-7 PLUS at samskifta á rásini Audience Relations við manningina og at geva eini boð.


Sí stutt filmsbrot her... https://youtu.be/l1Evv5ROzNA

 

Vitja heimasíðuna hjá SAT-7 her...

 

Les eisini: Bíbliufelagið stuðlar SAT-7

 

Henry Debes Joensen, umsetti og legði til rættis.