Lurta
10 bíbliuvers um fyrigeving
04.03.2021

Vit hava valt 10 bíbliuvers um fyrigeving.

 

1. Umberi hvør annan
Umberi hvør annan og fyrigevi hvør øðrum, um einhvør hevur kærumál móti einumhvørjum; eins og Kristus fyrigav tykkum, soleiðis eisini tit!
Kol. 3,13

 

2. Gud er ríkur av náði móti øllum
Tí tú, Harri, ert góður og várkunnsamur, ríkur av náði móti øllum, ið á teg kalla!
Sámur 86,5

 

3. Hvussu ofta eigi eg at fyrigeva?

Tá steig Pætur fram og segði við hann: «Harri, hvussu ofta eigi eg at fyrigeva bróður mínum, tá ið hann syndar móti mær? Um sjey ferðir?» Jesus sigur við hann: «Eg sigi tær: Ikki um sjey ferðir, men heldur um sjúti ferðir sjey ferðir.»
Matt. 18,21-22

 

4. Miskunnsemi

Men hjá tær, Harri, er miskunnsemi og fyrigeving, tí at vit hava verið mótræsnir.
Dán. 9,9

 

5. Fyrigevi hvør øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum

Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristi.
Ef. 4,32

 

6. Fyrigevi, tá ið tit biðja

Tá ið tit standa og halda bøn, tá fyrigevið, um tit hava okkurt ímóti onkrum, at faðir tykkara, sum er í himlunum, eisini má fyrigeva tykkum misgerðir tykkara.
Mark. 11,25

 

7. Hjá Gudi er syndafyrigeving

Um tú, Harri, gavst syndunum far, Harri, hvør kundi tá staðið við? Men hjá tær er syndafyrigeving, at tey mega óttast teg.
Sálmur 130,3-4

 

8. Jesus er bót fyri syndir okkara

Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Gud, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara.
1. Jóh. 4,10

 

9. Endurloysing

Hann sum bjargaði okkum út úr valdi myrkursins og flutti okkum inn í ríki elskaða sonar síns, sum vit hava endurloysingina í, fyrigeving syndanna.
Kol. 1,13-14

 

10. Faðir, fyrigev teimum

Men Jesus segði: «Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!» Men teir býttu klæði hansara millum sín og kastaðu lut um tey.
Luk. 23, 34