Lurta
2. Páskadagur: Sanniliga er Kristus risin upp frá deyðum
05.04.2021

Tá ið tit nú hava fingið at vita, at Kristus reis upp frá deyðum, hvussu kunnu so nøkur av tykkum siga, at uppreisn av deyðum er ikki til?

 

Er uppreisn av deyðum ikki til, tá er Kristus ikki risin upp. Og er Kristus ikki risin upp frá deyðum, so hevur tala okkara einki innihald, og trúgv tykkara er tóm og hevur onga meining. Og tá eru vit, sendiboð, lygnarar, tá ið vit boða, at Gud vakti Krist upp frá deyðum. Hann kann ikki hava reist hann upp, tá ið uppreisn ikki er til.

 

Rísa deyð ikki upp, tá er Kristus heldur ikki risin upp. Og er tað satt, so er trúgv tykkara til einkis, og tit eru enn í syndum tykkara, og tá eru eisini tey glatað, sum doyðu í trúnni á Krist. Er tað bara í hesum heimi, vit hava sett vón okkara á Kristus, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum, um eingin uppreisn er.

Men nú er Kristus sanniliga risin upp frá deyðum – sum tann fyrsti. Deyðin kom inn í heimin við einum menniskja, og á sama hátt er uppreisn frá deyðum komin við einum menniskja. Hvørt menniskja doyr, eins og Ádam doyði, og somuleiðis kunnu øll verða gjørd livandi í Kristi.

 

Men hvør í sínum raði: Kristus reis fyrstur upp frá deyðum, og tá ið hann kemur aftur, skulu tey, sum hoyra honum til, eisini rísa upp. Síðan kemur endin, tá ið Kristus letur valdið yvir heiminum til Gud, Pápa okkara. Men Kristus skal sjálvur hava valdið, til hann sjálvur hevur lagt allar fíggindarnar undir føtur sínar. Síðsti fíggindin, ið týndur verður, er deyðin.

 

Skrivað stendur, at Kristus skal leggja alt undir seg, men sjálvandi skal hann ikki leggja Gud undir seg, tí at tað er hann, sum hevur givið Kristi valdið.

 

Tá ið Kristus hevur lagt alt undir seg, gevur hann seg sjálvan undir Pápa sín, Gud, sum er Harri yvir øllum, og tá verður Gud alt í øllum.


1. Kor. 15,12-28
Nýggi Sáttmálin