Lurta
Legg hond tína á síðu mína
10.04.2021

Sama kvøldið komu lærusveinarnir saman. Teir høvdu stongt hurðarnar av ótta fyri jødunum.


Brádliga stóð Jesus teirra millum og heilsaði teimum. Hann vísti teimum hendur sínar og sárið í síðuni, og nú vórðu lærusveinarnir glaðir, tá ið teir sóu, at tað var Jesus. Jesus segði við teir: „Eins og Pápin hevur sent meg, soleiðis sendi eg eisini tykkum.“ So andaði hann á teir og segði: „Takið við Heilagum Anda. Um tit fyrigeva einum syndirnar, so fyrigevur Gud teimum eisini. Men nokta tit at fyrigeva teimum, so verða tey ikki fyrigivin.“

 

Tummas – hann sum var kallaður tvíburin – ein av teimum 12 lærusveinunum, hevði ikki verið saman við teimum, tá ið Jesus kom, men teir søgdu honum, at teir høvdu sæð hann. „Hasum trúgvi eg ikki,“ segði Tummas, „eg trúgvi tí ikki, uttan eg síggi naglamerkini í hondum hansara og nemi við tey, og fái lagt hond mína á sárið í síðu hansara.“

 

Eina viku eftir hetta vóru lærusveinarnir aftur savnaðir og Tummas saman við teimum. Hurðarnar vóru læstar, tá ið Jesus kom og stóð millum teirra og heilsaði teimum. Tá vendi hann sær til Tummas og segði við hann: „Her eru hendur mínar, kom tú við fingri tínum; og kom við hond tíni og legg hana á síðu mína. Og ivast so ikki longur, men trúgv á meg.“ „Tú ert Harri mín og Gud mín,“ segði Tummas. „Tú trýrt, tí tú hevur sæð meg,“ segði Jesus. „Gud vælsignar tey, sum ikki síggja, men tó trúgva.


Lærusveinarnir sóu Jesus gera nógv onnur tekin, sum ikki eru skrivað í hesi bók. Bókin er skrivað, so at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, Sonur Guds. Og tit eiga ævigt lív, um tit trúgva á hann.


Jóh. 20,19-31
Nýggi Sáttmálin