Lurta
Hann sigur sannleikan um synd, rættvísi og dóm
06.05.2023

Men nú fari eg aftur til hansara, sum hevur sent meg, og eingin tykkara hevur spurt, hvar eg fari.


Sorgin hevur fylt hjarta tykkara, av tí at eg havi sagt tykkum tað, men satt at siga er tað best fyri tykkum, at eg fari burtur. Tí fari eg ikki burtur, kann Heilagi Andin ikki koma, men fari eg burtur, kann eg senda hann til tykkara. Og tá ið hann kemur, avdúkar hann heimin. Hann sigur sannleikan um synd, rættvísi og dóm.


Syndin er, at fólk í heiminum ikki trúgva á meg. Rættvísin krevur, at eg fari aftur til Pápa mín, og tit síggja meg ikki longur. Um dómin skal eg siga, at høvdingin í hesum heimi er longu dømdur.


Enn havi eg nógv at siga tykkum, men tit eru ikki mentir at bera tað nú. Tá ið Heilagi Andin kemur, Sannleikans Andi, skal hann vegleiða tykkum og siga tykkum allan sannleikan.

 

Tað, hann sigur, kemur ikki frá honum sjálvum, men hann sigur tykkum tað, sum fer at henda. Heilagi Andin skal vísa, at eg eri guddómligur, tí tað, hann talar, hevur hann frá mær.

 

Alt tað, sum Pápi mín hevur, er mítt. Tí sigi eg, at tað, sum Heilagi Andin sigur, er frá mær.


Jóh. 16,5-15
4. s. e. páskir
Nýggi Sáttmálin

 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen