Lurta
Sameindu Bíbliufeløgini 75 ár á baki!
07.05.2021

Í kjalarvørrinum av seinna heimsbardaga vórðu sameindu Bíbliufeløgini stovnsett í 1946. Nú 75 ár aftaná eru 13 feløg, ið byrjaðu, vaksið til 150 feløg í dag. Endamálið er Bíbliuætlanin.

 

Í maimánaði 1946, minni enn eitt ár aftaná øgiligu globalu heimsoyðileggingarnar í mannaættarinnar søgu, savnaðust umboð frá 13 bíbliufeløgum – harímillum Danska Bíbliufelagið – í Elfinsward Conference Centre í Haywards Heath í Onglandi. Luttakararnir – hvør við sínum sálarligu skelkum eftir kríggið – gjørdu av at arbeiða saman. Teir vóru sannførdir um, at heimurin hevði tørv á Bíbliuni. Farið varð til verka at tilevna ein globalan bíbliufelagsskap: Sameindu Bíbliufeløgini.

 

Danska Bíbliufelagið varð stovnsett í 1814, og eins og onnur støk bíbliufeløg, varð nógv fingið frá hondini av einstaklingum. Í 1930-unum varð fyrsta stigið tikið viðvíkjandi samanhaldi. Niðurlendsk Bíbliufeløg tóku stigið í samband við 125-ára hátíðarhaldið, at bjóða nógvum Bíbliufeløgum at tosa saman um og fáa í lag eitt globalt samarbeiði. Ráðstevnan var í julimánaði 1939.

 

Fimm dagar eftir ráðstevnuna, marsjeraðu 1,5 milliónir týskir hermenn inn í Pólland, og annað heimskríggj var veruleiki. Alt kríggið hevði veldugar avbjóðingar við sær. Bíbliuprentingar, útbýti og køvandi fígging. Í øllum ruðuleikanum, var okkurt bíbliufelag ført fyri at útvega Bíbliur og Bíbliupartar, júst sum í dag.

 

Heimurin gevur onga vón, men Bíblian

 

Royndirnar av krígnum, styrkti samarbeiðið. Eftir kríggið og fundin í Elfinsward, vórðu vit samd at standa saman, nú so nógv leikaði á.

“Heimurin veitir okkum onga vón,” segði norski biskupurin, Eivind Berggrav, sum var avbyrgdur stóran part av krígnum; “men Bíblian!”

 

75 ár seinni verða menniskju av Bíbliuni um allan heim kveikt og eggjað, av fjølbroyttum pappír- og talgildum útgávum. Í dag arbeiða 150 bíbliufeløg saman í meira enn 240 londum og landaøkjum á einum livandi máli, og gera Bíbliuna atkomuliga. Bíbliufeløgini hava opið útsýni og dyr út í allan heim.

 

Tað eru tær opnu, globalu dyrnar, ið stýrt hava kristna boðskapinum og givið bíbliufeløgunum hugflog og sjón í farna ári, ið var merkt av covid-19 og prógvað, at bíbliusjónin er meira livandi enn nakrantíð.

 

Myndatekstur: Ráðstevnuumboðini, ið grundløgdu Sameindu Bíbliufeløgini í 1946. Sameindu Bíbliufeløgini eigur myndina.

 

Synne Garff

Henry Debes, umsetti

 

Les eisini... Bíbliufelagið fingið sjálvstøðugan limaskap í Sameindu Bíbliufeløgum

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen