Lurta
Bíbliufelagsleiðarar í Heilaga Landinum mæla til bøn!
16.05.2021

Leiðarar innan trý bíbliufeløg í Heilaga Landinum heita á øll kristin at vera biðjandi, nú harðskapur og yvirgangur tekur ræði og mennist í hvørjum.

 

Stríðið byrjaði ein mánadag eftir vaksandi illstøðu og tvídrátt, tí hundraðir palestinar kundi verða útvístir frá teirra heimum í Eysturjerusalem.

 

Rakettir verða sendar frá Hamas-stýrda Gazaøkjunum inn í Ísrael. Hetta hevur so aftur tær fylgir, at ísraelsk bumbuflogfør hava svarað aftur.

 

Umframt samanbrestir millum ísraelar og palestinar, veksur spenningurin millum fleirtalið av jødum og arábiska minnilutan.

 

Í eini felags áheitan siga Victor Kalisher, fyrisitingarstjóri fyri bíbliufelagið í Ísrael, Nashat Filmon, aðalskrivari, fyri palestinska bíbliufelagið og Dina Katanacho, stjóri, fyri arábisk ísraelska bíbliufelagið – at “líðingin nú veksur dag frá degi.”

 

Teir siga, at teir rópa til Guds um miskunn og biðja okkum saman við teimum “biðja um, at støðan má batna.”

 

Teir biðja um, at leiðarar gerast friðarskapandi, og at núverandi yvirgangur ikki má vaksa, og at Gud má vælsigna Kristi eftirfylgjarar og “geva teimum møguleika at vera ljós og salt í hesum trongdartíðum.

 

Hesi trý leiðandi innan bíbliufeløgini søgdu at enda: “Má Guds orð ávirka samfeløg okkara og umbroyta menniskjuni at koma nærri Jesusi Kristi.

 

Myndatekstur: Bíbliufelagsleiðararnir Nashat Filmon, Dina Katanacho og Victor Kalisher.

 

Kelda: biblesosiety.org.uk

Henry Debes Joensen, umsetti

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen