Lurta
Hvítusunna og Tríeindin
04.06.2022

Hvítusunnan er eins og páskirnar eitt vallarahátíðarhald hjá jødum, sum í kristindóminum fær nýtt innihald.

 

Í Gamla Testamenti verður hátíðin antin kallað akurskurðarveitsla ella vikuveitsla, sum boðar frá, at akurskurðurin er lokin. Hátíðin byrjar sjey vikur eftir páskir.

 

Verða bæði fyrsti og síðsti dagur eftir gomlum siði taldir við, er hvítusunnudagur hálvtrýssinstjúgundi dagur, og danska orðið ”pinse” stavar júst frá grikska orðinum fyri hálvtrýss, pentekoste. Vit nevna hátíðina hvítusunna.

 

Frásøgnin um ta fyrstu kristnu hvítusunnuna er í byrjanini av Ápostlasøguni. Her verður sagt frá, at Jesus áðrenn sína himmalsferð sýndi seg fyri lærusveinunum í fjøruti dagar eftir uppreisnina og álegði teimum, at teir skuldu verða verandi í Jerúsalem.  ”Jóhannes doypti við vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda ikki mangar dagar hereftir” (Áps 1,5).


Tíggju dagar eftir hetta, á hvítusunnudegnum, vóru allir lærusveinarnir savnaðir innandura, tá ið teir upplivdu og sóu storm- og eldlíknandi fyribrigdi. Teir vórðu fyltir við Heilaga Andanum og fóru síðan at tala á fremmandum málum. Fólk tyrptust saman, harímillum jødar úr fjarskotnum landspørtum, og hoyrdu hvør sær lærusveinarnar tala á teirra egna máli.

 

Pætur steig fram og helt ta fyrstu kristnu prædikuna um hin krossfesta og upprisna, og síðan vórðu mong doypt í Jesu navni. Soleiðis gjørdist hvítusunnudagurin – sum vit ofta hoyra í dag – føðingardagur hjá kristnu kirkjuni.


Fyrsti sunnudagur eftir hvítusunnudag hevur fingið navnið tríeindarsunnudagur, og allir fylgjandi sunnudagar fram til advent verða taldir sum sunnudagar eftir tríeindina og bera boð um Gud sum tann, sum er Faðir, Sonur og Andi.

 

Fyrsti persónur, sum í byrjanini av 200-talinum talar um Guds tríeind, er kirkjufaðirin Tertullian – hugtakið er sostatt ikki í Bíbliuni, men teir fornkirkjuligu gudfrøðingarnir vildu staðfesta, at Gud er ein, men orðber seg bæði sum faðir, sonur og andi.


Í Nýggja Testamenti eru nakrar fyriboðanir um tríeindarhugsanina. Matteusarevangeliið endar soleiðis við Jesu boðum um at doypa ”í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans”, og Paulus apostul endar sítt Seinna Bræv til Korintmanna við hesi signing: ”Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við tykkum øllum!”


Gleðiliga hvítusunnu.

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen