Lurta
Eg pínist ræðuliga
10.06.2023

Einaferð var ein ríkur maður, sum livdi í luksus. Hann gekk altíð í stásklæðum og helt veitslu hvønn dag.


Beint uttan fyri hurð hansara lá ein fátækur maður, sum æt Lasarus. Tað einasta, hann ynskti, var at eta seg mettan av avlopinum frá borðhaldinum hjá tí ríka manninum. Hann var fullur í sárum, og orkaði ikki at halda hundunum burtur, sum komu at sleikja tey.


So hendi tað, at Lasarus doyði, og einglarnir komu og bóru hann í fang Ábrahams. Hin ríki maðurin doyði eisini, og tá ið hann var jarðaður og vaknaði í deyðsríkinum, hevði hann tað ræðuligt. Har sá hann Ábraham langt burtur við Lasarus í fanginum, og hann rópti á hann: „Hjálp mær! Kanst tú ikki senda Lasarus higar, so hann kann dyppa bara ein fingrasnipp í vatn og væta varrar mínar, tí at eg pínist ræðuliga í hesum loga?“

 

Men Ábraham svaraði: „Minst tú til, vinur mín, at tú fekst alt tað góða, tú vildi hava, meðan tú livdi. Lasarus fekk tað ringa. Nú eigur hann at hava tað gott, meðan tú pínist. Har umframt er ein djúp gjógv okkara millum. Og sjálvt um vit høvdu viljað, kundu vit ikki komið yvir til tykkara í handa logan, og tit kunnu heldur ikki koma higar til okkara.“

 

Ríki maðurin svaraði: „So vil eg biðja teg senda Lasarus heim til mínar fimm beiggjar og ávara teir, annars koma teir eisini í hetta ræðuliga stað.“


Men Ábraham svaraði: „Teir hava Bíbliuna, og teir kunnu bara lesa, hvat stendur har.“ Og ríki maðurin svaraði: „Tað er ikki nóg mikið, men hevði onkur frá teimum deyðu komið, so høvdu teir vent um.“ Ábraham svaraði: „Lurta teir ikki eftir Mósesi og profetunum, verða teir heldur ikki sannførdir av einum, sum er risin upp frá deyðum.“


Luk. 16,19-31
1. s. e. trinitatis
Nýggi Sáttmálin


Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen