Lurta
Kjarnuvers úr Bíbliuni og bønir
09.06.2021

Rómverjabrævið 5,5

Men vónin ger ikki til skammar, tí at kærleiki Guds er útheltur í hjørtum okkara við heilagum anda, sum okkum er givin.

Bøn:

Jesus, vit takka tær, at tá ið vit líta á teg, verða vit ongantíð vónsvikin, hvussu ógvusligir vegirnir gerast. Gud, veit okkum náði og fyrigeving. Amen

 

Filippibrævið 4.13

Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan

 


Bøn:

Heilagi andi, kom. Vit biðja um tína nærveru. Fyrigev okkum allar tær ferðirnar, vit hava litið á egnan mátt og megi, í staðin. Amen.

 

Harmljóðini: 3,22-23

Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki at enda. Hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans.


Bøn:

Faðir, takk fyri tín óbroytiliga og trúfasta kærleika. Vit prísa tær fyri miskunnsemi tína á hvørjum morgni. Leið okkum fram í tínum slóðbrótandi rættvísi. Amen.

 

Rómverjabrævið 8,31

Hvat eiga vit tá at siga um hetta? Er Gud við okkum, hvør er tá ímóti okkum?


Bøn:

Jesus, takk, at tú gongur undan okkum og ger veg, har eingin var. Vit prísa tær fyri offur títt á Golgata og tað at sleppa fylgja tær allan vegin heim í faðirhúsið. Amen.

 

1 Pætursbræv 5,7

Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum!

 

Bøn:

Jesus, takk at tú tók á teg alla heimsins synd. Vit geva okkum upp í hendur tínar og leggja alla okkara sorg og stúran á teg. Amen.

 

Efesusbrævið 2,8
Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva.

 

Bøn:

Jesus, takk fyri tína náði og miskunn. Lat okkum ganga fram í trúgv, vón og kærleika. Hjálp okkum eina at troysta á frelsandi orð títt. Amen.

 

Hebrearabrævið 11,1

Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja

 

Bøn:

Jesus, lær okkum at liva í trúgv, hóast vit einki kunna síggja. Vit prísa tær, hóast vit eru óttafull, men tó í tíni mynd, undurfult skapað. Vit lovprísa tær. Amen.

 

Orðtøkini 15,4

Spakføri tungunnar er eitt lívstræ, men fals hennara veldur hjartamein.

 

Bøn:

Heilagi Andi. Við kenna, at orð okkara kunna elva klandur og stríð, hjálp okkum at nýta orð okkara rætt, so vit ikki verða nøkrum til meinboga. Gævi, at alt, ið kemur av munni okkara, kann verða okkum og øðrum til signingar og sælu. Amen.

 

Rómverjabrævið 12.2

Og háttið tykkum ikki eftir hesum heimi; men verðið umskapaðir við endurnýggjan av hugi tykkara, so at tit mega fáa at royna, hvat er Guds vilji. Hitt góða og hugnaliga og fullkomna.

 

Bøn:

Jesus, Vit synda dagliga og ikki samsvarandi orðum tínum. Hjálp okkum at liva rætt tær til æru. Fyrigev, ja fyrigev okkum allar syndir okkara og hava bert tað eina fyri eyga, Himmalin. Amen.


GOD TV.

Henry Debes Joensen, umsetti

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen