Lurta
Enn er rúm fyri fleiri
11.06.2021

Jesus segði við hann: „Einaferð var tað ein maður, sum helt stóra veitslu og bjóðaði nógvum.


Og tá ið veitslan skuldi verða hildin, sendi hann ein húskall út at siga við tey innbodnu, at tey skuldu koma beinanvegin, tí nú var alt tilgjørt. Men tey fóru øll at umbera seg.


Tann fyrsti segði: „Eg eri keddur av tí, men eg kann ikki koma, tí eg havi keypt jørð, sum eg má fara at hyggja at.“


Og ein annar segði: „Eg havi keypt 5 pør av oksum, sum eg fari út at royna, so eg biði teg orsaka, at eg kann ikki koma.“


Hin triði segði: „Eg eri beint nú giftur og kann tí ikki koma.“


Húskallurin kom aftur og segði harra sínum frá hesum. Tá varð harri hansara illur og segði við húskallin: „Skunda tær og far út á gøturnar í bygdini og leið inn higar øll fátæk, kryplar, lamin og blind, sum tú finnur.“


Húskallurin var skjótur aftur og segði við harra sín: „Nú havi eg gjørt, sum tú baðst meg, men enn er rúm fyri fleiri.“


„Far út á vegirnar og út til garðarnar og noyð tey at koma, so húsið kann verða fult,“ segði harri hansara. Og eg sigi tykkum: Eingin av teimum, sum fyrst vórðu boðin, kemur við í mína veitslu.“

 

Luk. 14,16-24
2. s. e. trinitatis
Nýggi Sáttmálin



Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen