Lurta
Húskirkjur á Kuba
15.06.2021

Hildið verður, at tað finnast umleið 60.000 húskirkjur, sambært Zenen Diaz Samtos, á Kuba.

 

Eftir kollveltingina í 1959, eru sera fáar nýggjar kirkjur bygdar; men myndugleikarnir hava mælt teimum kristnu at savnast í heimum teirra sum húskirkjur.

 

– Hetta hevur skundað undir húskirkjuvøkstin á Kuba, sigur, Bernt G. Olsen, bíbliumissiónsleiðari hjá norska Bíbliufelagnum. (myndin)

 

Myndugleikarnir noktaðu protestantisku myndugleikunum at byggja nýggjar kirkjur, og alt síðan kollveltingina í 1959, eru einans 10 kirkjur bygdar.


Hóast ikki tileggjaðir av myndugleikunum, eru húskirkjurnar alsamt vaksandi í tali við tilhaldi bæði í egnum og í leigaðum hølum. Hetta hava tó myndugleikarnir latið sær lynda; allar tær nýggju kirkjurnar, eru so hvørt skrásettar.


Á mangan hátt kann hetta verða samanborið við framvøkstin av bønhúsrørsluni í Noreg, men munurin er tó, at í Noregi fingu vit okkara egnu bønhús. Men upplæringin av leiðarum líkjast og bera tó á sama borði.


Kelda: Norska Bíbliufelagið
Henry Debes Joensen, umsetti

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen