Lurta
Hereftir skalt tú veiða menniskju
08.07.2023

Ein dagin var Jesus staddur við Genesaretvatn. Fólkið trokaðist um hann at hoyra hann tala um Guds ríki.


Tá sá hann tveir bátar, sum lógu í fjøruni, og útróðrarmenninir vóru farnir frá bátunum at reinsa gørnini. Pætur var ein av teimum, og Jesus fór í bát hansara og bað hann leggja eitt sindur frá landi. Hann setti seg niður og undirvísti teimum mongu fólkunum úr bátinum.

 

Tá ið hann var liðugur at tala, segði hann við Pætur: „Far út á djúpt vatn og set gørnini, so fáa tit nógvan fisk.“


„Meistari, vit hava roynt alla nátt og einki fingið, men av tí at tú biður meg, skal eg fara“ segði Pætur.


Og teir fingu so nógv í gørnini, at tey vóru um at skrædna.


Teir veittraðu til menninar á hinum bátinum at koma at hjálpa sær. Teir fyltu upp í báðar bátarnar, so teir vóru um at søkka.


Tá ið Pætur sá alla veiðuna, fall hann á knæ fyri Jesusi: „Halt teg burtur frá mær, Harri, tí eg livi ikki eftir Guds vilja,“ segði hann.


Hann var uppskakaður av tí, sum hent var, og tað sama vóru hinir útróðrarmenninir, teirra millum vóru Jákup og Jóannes, synir Sebedeusar. Teir vóru bátsfelagar Pæturs.


Men Jesus segði við Pætur: „Ver ikki bangin; hereftir skalt tú veiða menniskju.“


Teir drógu bátarnar upp, fóru frá øllum og fylgdu Jesusi.


Luk. 5,1-11
5. s. e. trinitatis
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen