Lurta
Ein vónarviti innan vaksandi flóttarmongdina
04.07.2021

82 milliónir menniskju eru í dag tvingsilsflutt frá húsi og heimi.

 

Nú steðgað verður á at minnast heimsflóttardagin, mælir Rita EL-Mounayer til á SAT-7, at hildnar verða akuttar bønir fyri teimum, “ið ongastaðni vita sær at vera”, ímeðan tvingsilsfluttu familjur í myrkastu løtum teirra, luta millum sín ta vón, ætlaðu SAT-7 vónarskráirnar hava at bjóða innan kensluborin lærdomsøki.


“Miðeystur og Norðurafrika eru størstu flóttafólkaøki í heiminum. Fólk í milliónatali verða drivin ella flýggja frá krígsherjaðum støðum inn í grannalondini. Tjóðir, ella fólkabólkar, ið stríðast við egin búskapar- og sosialniðurløg.

 

Hesar desperatu familjur leypa fyri lívinum at finna sær skjól- og trygdarstøð. Eg bøni og biði tykkum at standa saman við okkum í bøn fyri hesum milliónum av menniskjum, ið eru noydd at finna sær okkurt til dagin og vegin.”

 

Rita EL-Mounayer, SAT-7 fyrisitari og umboðsstjóri -

 

Í takt við kreppurnar, sum eru vorðnar hættisligar í Irak, Sýria og nú í Heilaga landinum, hevur SAT-7 ment arábisku skráirnar, ið stuðla teimum, ið farin eru heimanífrá, ið mist hava síni kæru vegna valdsgerð og ósemjur.

 

Henda SAT-7 ACADEMY rásin, My School byrjan, ið stuðlar útbúgving hjá hesum burturriknu børnum, hvørs søga lýsir djúpan tørv og ta vón, sum miðlarnir siga frá, inna.


Yara er ein 9-ára gomul genta úr Irak, ið ongan møguleika átti í egna landi sínum, orsakað harðskap og kollveltingar har. Nú familja hennara flýddu til Libanons, er hon farin at útbúgva seg – lærararnir løgdu skjótt til merkis, tað henni tørvaði til tess at kunna fáa eina útbúgving.

 

Yara, mamma hennara, Renalda, sigur: “Eg havi fylgt við á My School-skránni, síðan vit vóru í Irak, og eri sera takksom fyri ta undirvísing hon fær,” sigur hon. Barnaskráirnar bjóða børnunum eisini hentleikan kenslubornan stuðul, ið hava verið rámað av ósemjum og stríði.


Biðið!


- ”Harrin varðar teir fremmandu, syrgir fyri einkjum og faðirleysum, (Sálmur 146,9)
- Hetta versið minnir okkum á Guds kærleika móti øllum. Hesin kærleikin, stuðlar og mennir allar SAT-7 ætlanir.
- Henda heimsflóttardag biðja vit saman um, at Harrin má varðveita hvønn flýggjandi og umgirða tey við sínum kærleika.

 

Henry Debes Joensen, umsetti

 

Føroyska Bíbliufelagið ynskir at stuðla SAT-7.


Tygum kunna hjálpa okkum at stuðla SAT-7 við at flyta pening á hesar kontur:


- BankNordik konta nr. 6460 382 873 7
- Eik Banka konta nr. 9181 380 777 2
- Norðoya Sparikassa konta nr. 9865 992 646 6
- Suðuroyar Sparikassa konta nr. 9870 992 061 8

Merkið flytingina “SAT-7”.

 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen