Lurta
Liva, geva, tæna og boða
23.07.2021

Á barnaárum mínum búðu kristin húsfólk í hvørjum einasta húsi her um leiðir, hetta sigur Nashat Filmon og peikar oman yvir húsatekjurnar í kristna býarpartinum av Jerusalem. – Allir grannar okkara vóru kristnir og í teimum mongu kirkjunum, eitt livandi kirkjulið.

 

Nashat er aðalskrivari í palestinska bíbliufelagnum, einum av trimum, ið arbeiðir fyri at varðveita Guds orð í Heilaga landinum. - Eg hevði eisini ein skúlafelaga, ið búði nakrar fáar hundrað metrar hiðani, í armenska partinum. Í dag eru fá kristin eftir í hesum báðum býarpørtum, sigur hann.


Fordómar

 

Kjarnin í afturgongdini av kristnu íbúgvunum, man vera burturflyting. Samfelagið verður ávirkað eisini av hesum. Ì muslimska partinum verða nógv fleiri børn fødd í miðal enn í kristna partinum av samfelagnum.

 

Tey kristnu møtast oftast við fordómum, serstakliga hjá børnunum og teimum ungu, kann tað gerast trupult at knýta felagsskap við grannar hjá muslimskum familjum, sigur Nashat.

 

Kristindómur byggir á eitt álit millum Gud og menniskju, har virðir, sum kærleiki og umsorgan, er tað týdningarmesta. Islam harafturímóti er ein lógarátrúni, har ytrar gerðir hava alt at siga.

 

Muslimar síggja, at tey kristnu ikki fylgja somu reglum sum tey sjálvi: Tey kristnu halda ikki Ramadan føstu. Kvinnurnar fjala seg ikki innanfyri klædnabúnan, og nøkur kristin nýta alkohol. Einstakir muslimar verða ikki tulkaðir sum tey kristnu viðvíkjandi siðloysi og leyslevnaði, ella sum tey «vestanfyri» sum sagt verður har; metir hann.

 

Umframt lærir Islam, at Bíblian er ein falsað bók, og at tey kristnu tilbiðja fleiri gudar.


At liva orð Guds

 

Fyri at sleppa fordómum og samstundis vísa muslimskum brøðrum og systrum, hvør kristindómurin veruliga er, má boðskapurin sýna seg í verki. M.a. sosialt, serstakliga millum neyðstødd, brekað ella øðrum á síðulinjuni í samfelagnum. Okkara slagorð er «liva og geva, tæna og boða». Vit geva og boða Guds orð í verki, sigur Nashat.

 

Islam bannar viðhaldsfólkum sínum at skifta átrúna, tí tað er dømi um fráfall frá islam og kann hava deyðan sum fylgju.

 

Tað sigur seg sjálvt, at eitt vanligt og beinleiðis missiónsvirki, er nærmast ógjørligt undir slíkum viðurskiftum, men eingin kann forða okkum at sýna kærleika og umsorgan vegna okkara medmenniskju, sigur Nashat.

 

Tysta eftir Jesu orðum

 

Í Islam er Jesus ein profetur og verður nevndur sum Isa. Í líkskapi við tey kristnu, trúgva eisini muslimar, at hann er borin í heim av eini moyggj; men trúgva ikki á krossfestingina sum Jesu staðgongudeyða. Tó er tað okkurt við Jesusmyndini, ið bergtekur muslimar, og nógvir vilja vita meira um hann at siga, sigur Nashat.

 

Einaferð, eg hitti palestinska forsetan fyri loysingarørsluna, hevði eg bóklingin við sum eina gávu.

 

Forsetin sjálvur er muslimur, men áður enn hann opnaði bókina, kundi hann endurgeva brot úr fjallataluni.

 

Hetta avdúkar áhugan, kanska tostan, palestinska fólkið hevur eftir at hoyra Jesu egnu orð. Av og á verða orðini huld sum akademiskt forvitni. Men sum medarbeiðari og stuðulsspælari hjá heimsbíbliufeløgunum, vita vit, hvør megi er í hesum orðum.

 

Tá ið muslimur tekur við kristnu trúnni, verður hetta dult fyri umheiminum, og fleiri vilja varðveita ytru islamtekini – sum eru skalað og eisini etireglurnar; men Gud kennir hjørtuni, sigur Nashat.

 

Livandi steinar

 

Vit eru livandi steinar í livandi landinum. Tað var her í heimi Jesus virkaði. Tey kristnu eru móð og slitin; tey kenna seg einsamøll, eyðmerkt og gloymd.

 

Tað er tí av størsta týdningi, at kristin í øðrum londum sýna stuðul sín og kærleika til brøður og systrar, sum liva undir stórum trýsti.

 

Serstakliga er tað galdandi børnum og ungum – hesi hava lykilin at menna kirkjuliðini og tryggja teimum eina trygga framtíð í Heilaga landinum, sigur Nashat.

 

Myndatekstur: Aðalskrivarin í palestinska bíbliufelagnum Nashat Filmon.


Kelda: Norska bibliufelagið
Henry Debes Joensen, umsetti

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen