Lurta
Samgrógvin við SAT-7
03.08.2021

“Eg vil fegin ynskja tykkum øllum eitt gott og ríkt minningarhald, og ynski av heilhjartaðum huga SAT-7 rásini mong góð ár framyvir. Eg eigi eingi orð fyri at siga frá, hvønn týdning rásin hevur havt og hevur fyri meg dagin langan; sama, hvat eg enn geri hvønn gerandis- og halgidag, eru sendingarnar viðkomandi og góðar.”

 

Í boðan síni, leggur hon afturat, at hon fór at síggja rásina KIDS sum heilt ung genta og seinni SAT-7 ARABISK sum vaksin.

 

Tú ert ikki bara ein rás, ið sendir nakrar skráir. Fólk standa aftan fyri, ið arbeiða av øllum alvi fyri at tæna okkum við skráum, ætlað øllum,” sigur hon.

 

Hesin síggjarin úr Egypt hevur hesi mongu ár sæð ørgrynni av SAT-7 forritum og støðugt framvegis týðandi rássendingar.

 

“Eg eri sera takksom fyri hvørja evnisskrá, sjónvarps- og útvarpsvert, vinfólk og øðrum, ið gera sendingarnar. Eg takki Gudi fyri tykkum øll, ið har tæna. Tit eru ymisk og koma frá ymiskum kristnum trúarbólkum, men eru tó eitt í Kristi Jesusi. Tit senda ein sannan kærleiksboðskap.” Sigur hon.

 

Hennara ynski, er, at SAT-7 heldur fram undir Harrans vegleiðing, signing, megi og vísdómi.

 

“Ein av dreymum mínum og ynskjum, eru at møta og síggja SAT-7 fólki í egyptiskum sjónvarps- og útvarpsstovum.


Henry Debes Joensen, umsetti

 

Føroyska Bíbliufelagið ynskir at stuðla SAT-7.

Tygum kunna hjálpa okkum at stuðla SAT-7 við at flyta pening á hesar kontur:

Merkið flytingina “SAT-7.

BankNordik konta nr. 6460 382 873 7
Eik Banka konta nr. 9181 380 777 2
Norðoya Sparikassa konta nr. 9865 992 646 6
Suðuroyar Sparikassa konta nr. 9870 992 061 8

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen