Lurta
Hvussu sambinda vit hebraiska orðið, slør ella teppi, við Jesus?
30.09.2021

Eitt tjúkt teppi skildi tað heilaga og tað alraheilagasta.


Tempul Sálamons, ið bygt varð í gulløld Ísraels, var í trimum pørtum: Ytri forgarður, innari forgarður og tað alraheilagsta. Inni skilir eitt tjúkt teppi tað heilaga frá tí alraheilagsta. Men vit vita nú, at ein loynidómur goymir seg aftanfyri hebraiska orðið slør (teppið), ið peikar á Jesus.


Sum fyriskipað av Gudi, var teppið evnað úr bláum, reyðbláum og skarlaksreyðum líni, ið virkar sum skilaveggur millum symbolsku hjáveru Guds og sáttmálaarkina inni í tí alraheilagasta. Guds hjávera var so heilag, at bara høvuðspresturin kundi koma inn hagar eina ferð um árið.

 

Sambært søguskrivaranum Josephus var tjúkdin á teppinum fýra tummar.


Poreketh, hebraiskt orð fyri teppi ella slør


Teppið var ógvuliga virðismikið, og ber boðskap um kongin, ið vil bøta menniskjunnar synd. Hebraiska orðið fyri slør ella teppi, er ’poreketh’ og stavast: Pey-Reysh-Kaf og Tav.

 

Hebraiska stavraðið rúmar myndateknum við innihaldi. Kanna vit hebraiska orðið ’poreketh’ nærri, so hevur tað merkingina av einum millumgongumanni, sum lesararnir fara at varnast.


Pey er mynd av mannamunni í merkingini ein, ið talar ella boðar. Reysh er ein mynd av høvdi, ið merkir meistari, leiðari ella prinsur og Kaf sýnið av einum lógva, evnið at kunna fjala, loyva, opna ella bøta og Tav er mynd av krossinum við tekninum, innsigli, ella sáttmála.

 

Hyggja vit nærri at myndatekninum, síggja vit, at poreketh er ein kunngerð um ein prins, ið vil bøta við krossinum.


Hvør er so hesin prinsur? Jesus, ið doyði á krossinum fyri alla heimsins synd!

 

GOD-TV Christian News
H.D. Joensen

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen