Lurta
Upprunin av orðinum ”skarlak” á hebraiskum, ger teg bilsnan í samband við Jesus
03.10.2021

Orðið skarlak er eindømi innan bíbliunýtslu. Hebraiska orðið er ‘Shani’ og sigur okkum týdningin av Messiasar velduga verki.


Scarlet á hebraiskum

 

Orðið skarlak er á fyrsta sinni nevnt í øðrum kapitli í Jósvabók, har skøkjan, Ráhab, fær veitt trygd afturfyri blíðskap sín.


Umframt, er orðið nýtt av Gudi at bjóða børnum sínum vælkomnum, tá ið snýr seg um eina endurreisn at fáa lívið aftur á beint. Í Jesajabók 1,18 stendur: ”Komið, latum okkum fara fyri rættin, sigur Harrin. Um syndir tykkara eru sum skarlak, kunnu tær verða hvítar sum mjøll; um tær eru reyðar sum purpur, kunnu tær verða hvítar sum ull.”


Jesus nýtti eisini hebraiska orðið, Shani, men í einum øðrum sambandi; í Sálmi 22,7, sigur hann eisini úr hesum sálmi hesi orðini, meðan hann hongur á krossinum : ”Men eg eri ein ormur og ikki maður, eitt spott fyri monnum, ein vanvirða fyri fólki.”


Orðið, ormur, ið nýtt er í hesum versi, er ikki vanliga hebraiska orðið fyri orm, sum er ’rimmah’. Ístaðin er tað ’tola ath shani’, skarlaksreyði ormurin. Jesus metir seg sjálvan sum ein skarlaksreyðan orm.

 

Tola’ath shani


Hví man tað vera? Tá ið skarlakormarnar klekja síni egg, leita teir sær fram at einum træi, ella einum træstólpa, har eggini kunna hefta seg at. Garvaði móðurormurin herðir síðan skelina, til hon gerst skarlaksreyð.

Bulur hennara er fasttengdur at trænum, so tá eggini undir henni eru klakt, er einasti møguleiki ormanna at eta mammuna. Ikki eina er hennara kroppur ein skjøldur móti vandum uttanífrá, men eisini matur hjá ungunum.


Tá ormamamman doyr, hjarir, ella osar hon av reyðum blóði og blettar ungarnar og træið. Tríggjar dagar aftaná gerst kropskelin hvít og dettur á jørðina sum kavafølv.


Eins og skarlaksreyði ormurin, knýtti Jesus seg at trænum fyri at veita fólki sínum ein bústað, gav hann sítt egna lív at veita øðrum lív. Hann var hart pressaður, til hann gav blóð sítt, men reis uppaftur triðja dagin. Nú bar hann ikki longur blóðblettirnar, men ístaðin hvítur sum kavi.


GODS-TV daily
H.D. Joensen

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen