Lurta
Hebraiska orðingin av føðibýi Jesusar, Betlehem
04.10.2021

Betlehem er víðakent stað í Bíbliuni. Veruliga, er staðið hitt mest umtalaða í allari Bíbliuni. Í almennum útgávum er tað nevnt 51 ferðir.

 

Men veitst tú, at um vit kanna hebraiska týdningin av Betlehem fara vit at síggja, at tað peikar á Guds stóru loysn við eiga í Jesusi Kristi.


Gitni býurin, Betlehem


Býurin Betlehem gongur heilt aftur til Rakul og Jákups tíð. Í Fyrstu Mósebók 35, 19, stendur: «Og Rakul andaðist og varð jarðað við vegin til Efrat, tað er Betlehem."

 

Alt síðan tá, hevur staðið søguliga verið markað við týdningarfullum hendingum sum t.d. søguna um Rut, ið møtti Bóazi og eisini søguligu hendingina, tá ið Dávid varð krýndur sum kongur í Ísrael og ikki at gloyma, føðistaðið, har Harri okkara, Jesus Kristus, varð borin í heim.


Hjá Mika profeti lesa vit «Men tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá tær skal tó koma hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael, frá forðum er upphav hans, tessvegna gevur hann tey yvir eina tíð, til hon, ið føða skal, hevur átt; tá skulu ættbrøður hans koma heim aftur til Ísraelsmanna.» (Mika 5,1-2)


Betlehem er ein samanseting av tveimum hebraiskum orðum Beth og Lehem. Beth merkir ‘hús’, og lehem merkir ‘breyð’. ‘Breyðhúsið’.

 

Gods-TV daily
H.D. Joensen

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen