Lurta
Slíkt hava vit ongantíð sæð
09.10.2021

Nakrar dagar seinni kom Jesus aftur til Kapernaum.


Tað hoyrdist skjótt, at hann var heima, og ein fjøld av fólki kom til hansara, so mong sluppu ikki inn, men máttu standa úti í túninum, meðan hann talaði Guds orð til teirra.


Uttanfyri royndu fýra menn at koma inn til hansara. Teir bóru ein mann, sum var lamin, men teir sluppu ikki inn fyri fólkinum.


So fóru teir upp á takið og rivu tað av, har Jesus stóð undir, og lótu børuna við lamna manninum síga niður framman fyri honum. Tá ið Jesus sá trúgv teirra, segði hann við tann lamna mannin: „Øll misbrot tíni eru tær fyrigivin.“


Nakrir skriftlærir vóru til staðar, og teir hugsaðu við sær sjálvum: „Hvat er hetta, hann sigur? Hetta er gudsspottan, tí tað er bara ein, sum kann fyrigeva menniskjum teirra syndir, og tað er Gud.“


Jesus visti, hvat teir hugsaðu, og segði við teir: „Hví hugsa tit slíkt? Hvat er lættari at siga? „Syndir tínar eru fyrigivnar,“ ella „Reis teg upp, tak børuna og far heim.“


Men nú skulu tit síggja, at eg, Menniskjusonurin, havi vald á jørðini at fyrigeva syndir.“ So sigur hann við hin lamna mannin: „Ger, sum eg sigi: Statt upp og far heim, nú kanst tú sjálvur bera børuna.“


Í stundini reistist maðurin, tók børuna og fór til gongu heim, so øll sóu. Tey vóru øll stórliga bilsin og takkaðu Gudi.“Slíkt hava vit ongantíð sæð,“ søgdu tey.


Markus 2,1-12
19. s. e. trinitatis
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen