Lurta
“Hví eru tit ræddir?”
13.10.2021

Ein av yndisligastu hendingum, vit lesa um í Nýggja Testamenti, er upplivingin, lærusveinarnir høvdu, eftir Jesu uppreisn. Í Lukasar evangeliinum kapittul 24. Eftir at Jesus hevði opinberað seg fyri teimum báðum lærusveinunum á veg til Emmaus, savnaðust lærusveinarnir í Jerusalem og tosaðu saman um tað, ið hent var viðvíkjandi Jesusi, og hvussu hann hevði opinberað seg fyri teimum.

 

Síðani lesa vit


Lukas kap. (24,36-38)”Men best sum teir tala um hetta, stóð hann sjálvur mitt ímillum teirra; og hann sigur við teir: Friður veri við tykkum! Men teir hvukku við og vórðu óttafullir og hildu seg síggja ein anda. Og hann segði við teir: Hví eru tit so fullir av ræðslu, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara?”


Mær tykir, hetta vera sera avdúkandi, at tað var meðan lærusveinarnir best sum teir talaðu saman um hetta, at Jesus opinberaði seg fyri teimum, og at tað var, meðan teir saman tosaðu um tað, ið hent var viðvíkjandi Jesusi.


Eisini tykir mær tað áhugavert, at báðir lærusveinarnir, ið vóru á veg til Emmaus møttu Jesusi, sum var í Jerusalem á fundi við ein flokk av lærusveinum, ið kendi Jesus persónliga, og tó sjálvt um teir persónliga kendu hann og høvdu ferðast saman við honum í meir enn trý ár, vóru so ræðsluslignir, tá ið teir møttu honum aftur og av at síggja útsjónd hansara.


Steðga á og hugsa um hetta eina løtu. Heilsanin «Shalom Aleichem», ið merkir «Friður veri við tykkum.» Teirra aftursvar var ikki friður, men ræðsla. Jesus setur teimum spurningin: «Hví eru tit so fullir av ræðslu, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara?»


Gev gætur! Hesi orð verða søgd beinleiðis aftaná vitnisburðin frá teimum báðum, sum Jesus opinberaði seg fyri á vegnum til Emmaus. Hetta hendi um somu tíð, tá ein skuldi hildið trúgv teirra átti at verið á einum hægri støði.

 

Teir høvdu frammanundan upplivað eina yvirnatúrliga hending, tá ið Jesus, sum teir sóu doyggja á krossinum og varð jarðaður, nú át og drakk saman við teimum báðum lærusveinunum. Hóast hann sýndi seg fyri teimum, vórðu teir óttafullir heldur enn findarglaðir.

 

Lukas sigur í kapittul 24, versini 44-46: Men hann segði við teir: ”hetta eru tey orð míni, sum eg talaði til tykkara, meðan eg enn var hjá tykkum, at alt tað eigur at ganga út, sum er skrivað í Móselóg og profetunum og Sálmunum um meg.”

 

Síðan læt hann upp fyri skynsemi teirra, so at teir kundu skilja skriftirnar. Og hann segði við teir: ”Soleiðis er skrivað, at Kristus eigur at líða og rísa upp frá deyðum triðja dagin.” Jesusar orð her eru fyri mær myndug og áttu at verið tað hjá einum og hvørjum, ið lesa hesa frásøgn.

 

Jesus minnir lærusveinar sínar á, at einki, ið hendi var annað enn tað, skriftin boðar, ”at alt tað eigur at ganga út, sum skrivað er í Móselóg og profetunum og Sálmunum um meg.” Hesi orð av Jesu egna munni eru galdandi fyri teg og meg enn í dag.


Stutta løtu aftaná, biður Jesus teir fara til Jerusalem og har boða hesi góðu tíðindi, sum vit lesa hjá Lukasi kapittul 24 vers 47, «at í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum, og byrjast skal frá Jerusalem.»

 

Henda uppgáva er støðugt í gildi. Eins og báðir lærusveinarnir á vegnum til Emmaus, hevur Jesus opinberað seg fyri okkum. Okkara uppgáva er at bera góðu tíðindini um umvending og syndanna fyrigeving við Heilaga Andans kraft og megi, øllum, bæði trúgvandi og vantrúgvandi.

 

GODS-TV
H.D.Joensen

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen