Lurta
Brúdleyp við ongum gesti
16.10.2021

Jesus segði aftur eitt líknilsi: „Hendan søgan sigur, hvussu Guds ríki er.


Ein kongur helt brúdleyp fyri syni sínum. Hann sendi húskallar sínar av stað eftir teimum, ið boðin vóru í brúdleypið, men tey vildu ikki koma. So sendi hann nakrar aðrar húskallar at siga við tey bodnu: „Veitslumaturin er gjørdur, oksar og kálvar eru dripnir, og alt er til reiðar. Komið í brúdleypið!“


Summi løgdu einki í tað og fóru aðrar staðir, eitt út í akurin, eitt annað í handilin. Og nøkur tóku húskallarnar, píndu og drupu teir. Tá varð kongurin illur. Hann sendi hermenn av stað at taka lívið av drápsmonnunum og brenna borg teirra. Og so segði hann við húskallarnar: „Alt er tilgjørt til brúdleypið, men tey bodnu vóru tað ikki verd. Farið tit tí út um allan býin og bjóðið øllum, tit hitta, í brúdleyp.“


Teir fóru so út á vegirnar og bjóðaðu øllum, teir sóu, bæði óndum og góðum. Og brúdleypshøllin var full av gestum.


Kongurin fór inn og heilsaði gestunum, og hann bar eyga við ein mann, sum ikki var í brúdleypsklæðum. Og hann segði við hann: „Vinur mín, hvussu ert tú komin inn higar og ert ikki í brúdleypsklæðum?“


Men maðurin tagdi. So segði kongurin við húskallar sínar: „Bindið hendur og føtur á honum og kastið hann út í myrkrið uttanfyri, har verður grátur og tannagrísl.“


Mong eru boðin, men bara fá eru útvald.“


Matt. 22, 1-14
20. s. e. trinitatis
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen