Lurta
Hví munna muslimar lesa Bíbliuna?
17.10.2021

Bíbliufeløgini í Miðeystri uppliva øktar bíbliueftirspurningar. Meirkunnleiki um kristindóm kann koma fordómum innan trúarspurningum til lívs.


Í Miðeystri eru mangar skeivar kristindómsuppfatanir t.d., at kristin hava tríggjar gudar, at Bíblian er ófullfíggjað, at tað eru fýra nýggj testamenti, at Jesus varð ikki krossfestur og annað. Av tí at hetta eru uppfatanir, ið súrga samfelagið, eisini eru tað kristin, ið trúgva teimum.

 

Nýmótans tøknifrøði opnar nýggjar dyr

 

Hetta kann vekja stóra skuldarkenslu, tá ið spurningar verður settir við eins barnalærdóm, tá um kristindóm tað ræður. Men her opnar tøknifrøðin nýggjar dyr. Tað er í dag lættari enn áður at finna kunningar um, hvat kristindómur er. Soleiðis kunna fleiri í stillum løtum fáa fatan av, at hetta, tey hava lært um kristnitrúnna, ikki altíð samsvarar veruleikanum.

 

Hetta eggjar eisini mongum til sjálvi at lesa Bíbliuna og leita upp ein prest ella bíbliukønan, tá ið ræður um at svara spurningum. Hesum geva bíbliufeløgini sær ofta far um.

 

Skeiðini fáa Bíbliuna ókeypis

 

Nøkur hava áhuga at lesa og kanna Bíbliuna av andaligum og vitbornum áhuga. Á lærdum háskúlum verður viðmælt innan listasøgu eisini at nýta Bíbliuna at kunna seg eftir og betur at skilja t.d. byzantiska list. Tað eru mong bíbilsk støð í Miðeystri, har brúk er fyri fólki innan bíbliukunnleika og kristindómi, tá ið um ferðamannavinnu ræður.

 

Danska Bíbliufelagið tekur ímóti støðugum umbønum frá universitetum, ið spyrja eftr tilfari, og vit útvega ókeypis Bíbliur til skeið innan søgu og átrúna. Eftirspurningurin er ikki minkaður hóast koronufarsáttina, heldur tvørturímóti, eru vit til reiðar at hjálpa við útbýtinum so langt sum tilfarið røkkur, tí tess fleiri, vit kunnu hjálpa, tess fleiri bíbliulesarar.

 

Tað eru eisini onnur áhugað, ið lesa Bíbliuna, ið hava tørv á at fáa sín andaliga tørv mettaðan. Stórir lívsspurnigar um, hvør ætlanin er við lívinum? Hvar er Gud í øllum, ið hendir? Hesi royna eisini at finna ymiskan andligan lesnað og vilja samanbera um, hví tað er so stórur munur á hesum bókum og við spurninginum um tilveru Guds.

 

Undir koronufarsóttini hava vit upplivað eitt vaksandi tal av lesarum, ið eru farnir at nýta tíð til Bíbliulesnað. Eisini eru tað mong, ið fegin lesa Bíbliuna til tess at prógva Bíbliunnar ófullkomuleika, sum komin eru til livandi trúgv.

 

Nýggir møguleikar

 

At býta út ókeypis Bíbliur á gøtum og strætum dámar mongum illa. Hildið verður, at at fólk kunna gerast fíggindasinnað móti teimum kristnu. Vit hava eisini virðing fyri hesi hugsan, ikki at býta Bíbliur út á vegum og strætum.

 

Takkað verið fyri stuðulin, vit fáa frá systurfelagsskapum, ið bjóða seg framat at veita kirkjunum ókeypis Bíbliur. Eisini selja vit Bíbliur á søluøkjum til ein lagaligan prís. Undir Covid-19 farsóttini komu fá á gátt í okkara bíbliubúð, men vit gagnnýta okkara nýggju sølupallar og har fólk kunna koma við sínum Bíbliuviðmerkingum.

 

Kelda: Danska Bíbliufelagið 
H.D. Joensen, umsetti

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen