Lurta
Sonur tín livir!
23.10.2021

Meðan Jesus ferðaðist ígjøgnum Galilea, kom hann aftur inn í Kana, har hann hevði gjørt vatn til vín.


Ein høgur embætismaður úr Kapernaum átti ein son, sum lá sjúkur, og tá ið hann frætti, at Jesus var í bygdini, fór hann til hansara og bað hann koma at gera son sín frískan, tí at hann lá at doyggja.


Men Jesus segði: „Tit trúgva bara, tá ið tit síggja tekin og undur.“ Maðurin segði við hann: „Harri, kom við mær, áðrenn sonur mín doyr.“


„Far tú heim, sonur tín livir,“ segði Jesus við hann.


Maðurin trúði tí orði, Jesus hevði sagt, og fór heim, og longu á heimvegnum komu tænarar hansara ímóti honum og søgdu, at drongurin var frískur.


Hann spurdi teir, nær hann var byrjaður at fáa tað betri, og teir søgdu: „Um eitt tíðina fór fepurin av honum.“ Tá skilti pápin, at tað var tíðin, tá ið Jesus hevði sagt: „Sonur tín livir!“ Og hann trúði sjálvur og alt hús hansara, at Jesus var Messias.

 

Hetta var annað tekinið, Jesus gjørdi, og hann gjørdi tað, tá ið hann var komin aftur til Galilea.


Jóh. 4,46-54
21. s. e. trinitatis
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen