Lurta
Trúgv tín hevur bjargað tær
13.11.2021

Meðan Jesus talaði við lærusveinar Jóannesar, kom ein fyristøðumaður og tveitti seg niður fyri føtur hansara. „Dóttir mín er beint nú deyð,“ segði hann. „Kom og legg hond tína á hana, so hon livnar aftur.“ Jesus reistist og fór við honum saman við lærusveinum sínum.

 

Aftan fyri Jesus gekk ein kvinna, sum hevði havt bløðingar í samfull tólv ár. Hon kom fram til Jesus og nam við faldin á kappa hansara. „Hevði eg bara kunnað nomið við kappa hansara,“ hugsaði hon við sær sjálvari, „so verði eg frísk.“


Jesus vendi sær á. Tá ið hann sá hana, segði hann: „Hav tú gott mót. Trúgv tín hevur bjargað tær.“ Og hon var frísk í somu stund.


Nú var Jesus komin til húsini hjá fyristøðu­mann­inum. Innanfyri hoyrdust sorgartónar og svárur grátur. „Farið tit heim aftur,“ segði Jesus. „Gentan er ikki deyð, men hon svevur.“ Tey flentu at honum, men vórðu koyrd útum. Jesus fór inn til gentuna, tók í hondina á henni, og hon reisti seg upp.


Tíðindini um hesa hending frættust um alt Galilea.


Matt. 9,18-26
24. s. e. trinitatis
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen