Lurta
Eitt Guds orð í dag: Orrustan er ikki tykkara, men Guds
19.11.2021

Eitt dagsins orð: «Óttist ikki fyri hesi miklu mannfjøld; tí at orrustan er ikki tykkara, men Guds!” (2 Krýn 20,15)

 

Góður boðskapur:

Gud letur okkum vita, at stríðið ikki er okkara, men hansara. Hann sigur: ”Tað eru tó ikki tit, ið skulu berjast; tit skulu bara fylkjast har og standa kvirrir og hyggja at, hvussu Harrin frelsir tykkum, tit Júda menn og Jerusalemsbúgvar; óttist tí ikki, men farið ekkaleysir ímóti teimum, tí at Harrin skal vera við tykkum!» (2 Krýn 20,17)

Gud gleðist, tá ið fólk hansara á vígvøllinum lítir á lyfti hansara og orð. Mangar søgur verða sagdar í Halgubók um tað, at hvørja ferð Guds fólk leit á nakað, burtursæð frá Gudi, vórðu teimum niðurløg fyri. Men sigurin var altíð teimum vísur, hvørja ferð teir lovaðu og prísaðu Harranum.

Tað hava verið løtur í lívinum, har óttin tók seg sníkjandi inn á okkum, og vit vórðu umgird av ivaspurningum og gloymdu, at vit hava ein Gud, ið er oman fyri alt. Hann brigdar okkum einki. Ístaðin áminnir hann okkum, at vit eru ikki einsamøll at møta fíggindanum, og sum Paulus sigur . «Hvat eiga vit tá at siga um hetta? Er Gud við okkum, hvør er tá ímóti okkum?» (Róm 8,31)

Vit kunna altíð rokna við, at Gud veitir okkum tað, okkum tørvar í einihvørji avbjóðing. Hann er okkum altíð nær við allari hjálp, tá ið trupulleikar spyrjast. Hann er okkara trygga verja og friðskjól, ja, okkara trygga borg.

Jesus hevur sigrað á synd og deyða og í royndarstundum, altíð við okkara lið. Hann er hin sami Jesus, frelsarin og bjargarin.

GODS-TV
H.D. Joensen 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen