Lurta
Eg savni seyðirnar høgru­megin
20.11.2021

Tá ið eg, Menniskjusonurin, komi í himmalska veldi mínum og allir einglarnir við mær, tá siti eg á dýrdartrónu míni.


Einglarnir savna øll fólk um allan heimin framman fyri mær, og eg skilji tey hvørt frá øðrum, eins og hirðin skilir seyðirnar frá geitunum. Eg savni seyðirnar høgru­megin, og geitirnar vinstrumegin. Og so sigi eg við tey høgrumegin: „Komið! Pápi mín hevur vælsignað tykkum, og nú fáa tit tað ríkið í arv, sum hevur staðið til reiðar frá tí, at heimurin varð til. Tí at tit góvu mær at eta, tá ið eg var svangur, tit góvu mær at drekka, tá ið eg var tystur, og tit buðu mær inn, tá ið eg var fremmandur.


Tit góvu mær klæði, tá ið eg var nakin, tit vitjaðu meg, tá ið eg var sjúkur, og tá ið eg sat í fongsli.“ Tá fara tey at siga: „Nær hava vit givið tær mat ella vatn, tá ið tú vart svangur ella tystur, Harri? Nær buðu vit tær inn, tá ið tú vart fremmandur. Og nær hava vit givið tær klæði?


Nær hava vit vitjað teg, meðan tú vart sjúkur ella satst í fongsli?“ Og so skal eg siga: „Tað, sum tit hava gjørt ímóti tí minsta beiggja mínum, hava tit eisini gjørt ímóti mær.“ Og við tey vinstrumegin sigi eg: „Bannaðu tit! Farið burtur frá mær til hin æviga eldin, sum er ætlaður Djevlinum og einglum hansara. Tit góvu mær ikki mat, tá ið eg var svangur, tit góvu mær ikki vatn, tá ið eg var tystur. Eg var fremmandur, men tit buðu mær ikki inn. Eg var nakin, men tit góvu mær eingi klæði, og tá ið eg var sjúkur og í fongsli, komu tit ikki at vitja meg.“


Tá fara tey at spyrja: „Harri, nær hava vit sæð teg svangan ella tystan ella fremmandan ella naknan ella sjúkan ella í fongsli og hjálptu tær ikki?“ Og eg skal svara: „Tað, sum tit ikki hava gjørt ímóti einum av mínum minstu, tað hava tit heldur ikki gjørt ímóti mær.“ Og hesi skulu fara burtur til ævigu revsingina, men hini inn til hitt æviga lívið.“


Matt. 25,31-46
Síðsti sunnudagur í kirkjuárinum
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen