Lurta
Tær høgu tíðirnar!
20.12.2021

Hesi slagorð eru navnið á einum felagsskapi, sum hjálpir børnum og ungum til eitt betri lív við at lesa bøkur. Bókmentir kunna broyta lív, sigur felagsskapurin.


Á heimasíðuni eru hugvekjandi frásøgnir frá ungum, sum hava fingið sjálvsinnlit og sjálvsvirði við at spegla sær í søgum hjá øðrum.


Jú, bøkur kunna nakað. Og tað kann bókanna bók – Bíblian – so sanniliga.


Her eru fólk av kjøti og blóði. Frásøgnir frá veruliga lívinum uppá gott og ónt. Drápuligar søgur um veruligar bardagar um lív ella deyð. Bardaga millum tað góða og ónda, og vit vera avbjóðað til at velja síðu, samstundis sum vit vera mint á, at Gud, frá tíðarinnar morgni, hevur valt okkum og skapt okkum ”bara eitt sindur verri enn seg sjálvan”.


Ein av mínum yndissøgum í Bíbliuni, er talan hjá Josva til ísraelsfólk eftir heimkomuna úr Egyptalandi. Her nevnir hann alt tað, sum Gud hevur gjørt fyri tey og sigur: Hvørjum vilja tit fylgja? ”Eg og hús mítt, vilja tæna Harranum” er svarið frá Josva.


Bíblian megnar nakað, sum aðrar bøkur ikki kunna. Hon gevur okkum innlit í Skaparans hugsanir við skapanarverkinum – við okkum. Guds orð er ein ótømandi kelda til vísdóm og innlit. Eitt spegl verður hildið fyri okkum.


Vit síggja okkum sjálvi í tí stóru søguni – ja, í teimum størstu søgunum. Vit síggja okkum sjálvi sum undurfullar skapningar – ynskt frá tíðarinnar morgni og fevnd av kærleikanum frá byrjan til enda.

 

Bókmentir kunna broyta lív, men Bíblian er lívgevandi á meira enn ein hátt.

Hetta síggja vit eisin aftur í teimum fimm persónligu søgunum inni í Bíbliulesiætlanini.


Bíbliulesiætlanin gevur dagliga hjálp til at fáa lesiroyndirnar.

 

Sunnudagslesnaðurin í ætlanini, fellur saman við lestrinum í kirkjuárinum – í ár, eftir aðru tekstarøð. Lesnaðurin til hinar dagarnar í vikuni, er ætlaður at lýsa og geva innlit til tekstin sunnudag. Man kann lesa ymsastaðni í Bíbliuni, men man verður hildin á sporinum av einum evni, viku fyri viku.


Tak og les – fyri lívið!


Orð: Peder Ø. Andreasen, Stýrisformaður í Danska Bíbliufelagnum.

 

GG: Bíbliulesiætlanin liggur í flestu kirkjum kring landið og kann eisini takast niður her.

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen