Lurta
SAT-7 ber vónarjól teimum trúgvandi í Miðeystri
23.12.2021

SAT-7 síggjarum í Miðeystri birtir vón til teirra, ið hoyra og síggja jólaboðskapin á arábiskum, turkiskum og persiskum alla hesa vikuna.


Síggjaraskráir, ið býta jólagávur og Bíbliur til avbyrgd bygdafólk, børn á barnaheimum og fátækum húskjum, ið fara at uppliva gudstænastur og serstakar hendingar. Jólaboðskapurin fyllir allar sjónvarpsskráirnar í øllum landspørtum í Miðeystri.


Ein serstøk jólaskrá av einum jólabussi á SAT-7 ARABIC, við talarum og tónleikarum, ið býta út gávur, m.a. Bíbliur á leiðini, har vitjað verður.

 

Ein onnur er SAT-7 ACADEMY, serstakliga senda filmar frá barnaheimum í Libanon, har toymini gleða fólk við jólagávum m.a. talgildum avritum úr barnaskúlaskráum.


Ímeðan SAT-7 KIDS skráir vísa hesi jól filmar, ið bjóða tannáringum og ungum í Libanon at vitja fátæk húski og geva teimum týðandi gávur og eisini at taka hondina í okkurt fyrifallandi.

 

Henda sjónvarpsskráin hevur sum endamál at læra bæði ungum og eldri at skilja, hvussu nógv tað hevur at siga at veita neyðstøddum og fátækum gávum, teimum tørva.


SAT-7
Brot haðani.
H.D. Joensen

 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen