Lurta
Tá ið tit biðja
01.01.2022

Tá ið tit biðja, skulu tit ikki vera eins og hyklararnir, tí at teimum dámar væl at standa í synagoguni og á gøtuhornum, har øll kunnu síggja teir. Tað verður einasta lønin, teir fáa.


Far heldur heim til tín sjálvs, lat hurðina aftur og bið har. Pápi tín sær tað, sum er í loyndum, og hann skal geva tær alt aftur.

 

Tá ið tit biðja, skulu tit ikki taka upp í saman eina rúgvu av orðum, eins og tey, ið hava aðra trúgv. Tey halda, tað snýr seg um orðanøgdina.

 

Verið ikki sum tey, tí pápi tykkara veit, hvat tykkum tørvar, áðrenn tit biðja hann um nakað.

 

 

Tí eiga tit heldur at biðja soleiðis:


Pápi í himli!
Lat øll skilja, at tú ert Gud
lat ríki títt verða veruleika
og lat alt verða, sum tú vilt
– her á jørð, sum tað longu er í himlinum.
Gev okkum tað, okkum tørvar í dag.
Fyrigev okkum alt, vit hava gjørt skeivt,
so sum vit hava fyrigivið øðrum.
Slepp okkum undan freistingum,
bjarga okkum frá tí, sum ónt er.
Tí tú ert Gud, tú hevur valdið, og vit vilja altíð hálova tær.
Amen.


Matt. 6,5-13
Nýggjársdagur
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn