Lurta
Soleiðis gekk tað út
02.01.2022

Tá ið stjørnuspámenninir vóru farnir, kom Guds eingil í dreymi til Jósefs og segði við hann: „Reis teg og far til Egyptalands við barninum og mammuni og verð har, til eg sigi tær til. Heródes leitar eftir barninum og ætlar at drepa tað.“


Jósef fór upp um náttina, og í myrkri flýggjaði hann til Egyptalands við Mariu og Jesusi. Hann varð verandi har, til Heródes var deyður.


Soleiðis gekk tað út, sum Gud hevði sagt. Hjá profetinum Hósea stendur skrivað: „Úr Egyptalandi kallaði eg son mín.“

Tá ið Heródes uppdagaði, at stjørnuspámenninir høvdu svikið hann, varð hann í øðini. Hann gav hermonnum sínum boð um at drepa øll dreingjabørn undir tvey ár í Betlehem og har um leiðir. Tvey ár samsvaraði við tíðina, tá ið barnið var føtt, soleiðis sum stjørnuspámenninir høvdu greitt frá.


Soleiðis gekk tað út, sum Gud hevði sagt gjøgnum Jeramia profet:

Í Rama hoyrist skríggj, grátur og eymkan. Rakul grætur um børn síni, og eingin kann ugga hana, tí tey eru ikki her meira.


Matt. 2,13-18
Sunnudagur e. nýggjár.
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen