Lurta
Latið børnini koma til mín
08.01.2022

Tey bóru børn til Jesus, so hann kundi vælsigna tey.


Men lærusveinarnir høvdu at teimum.


Tá ið Jesus sá tað, ilskaðist hann og segði: „Latið børnini koma til mín. Forðið teimum ikki, tí Guds ríki hoyrir slíkum til.


Minnist til, at um tit ikki taka ímóti Guds ríki sum eitt barn, koma tit als ikki inn í tað.“


So tók hann børnini inn at sær, legði hendurnar á tey og vælsignaði tey.


Markus 10,13-16
1. s.e. trettanda
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen