Lurta
Fimm spurningar til Signar Dam
10.01.2022

Nær ella hvar lesir tú í Bíbliuni?


Bíblian er mær kær. Mína fyrstu Bíbliu fekk eg í konfirmatiónsgávu frá foreldrunum, og nýti eg hana enn, hóast hon er slitin og skrødd, bløð eru leys og onkur síða er burtur. Eisini havi eg fingið mær Bíbliuappina á telefonina, og hon er sera hent at hava við hondina.

Áðrenn morgunmatin hvønn morgun havi eg til vana at lesa eitt stykkið, og leggja dagin í Harrans hendur. Oftast brúki eg Bíbliulesiætlanina og lesi tað stykki, sum har er fyrisligið. Eg føli, at hettar er ein góður máti at byrja
dagin. Eisini lesi eg tá farið verður til songar.


Hvør er tín yndispersónur í Bíbliuni?


Bíbliunnar høvuðspersónur er Jesus, men um eg skal nevna ein annan, so kundi tað verið Pætur, sum var so sera avgjørdur og bráræsin. Hann vildi so gjarna vera líðin og fylgja Jesusi, men snávaði so mangan, leyp framav og enntá sveik frelsaran tá mest stó á, men hann vendi altíð aftur og fekk fyrigeving.

Tað er so vigtugt, at vit viðganga okkara føll og biða um fyrigeving. “Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi” 1. Jóh 1:9.


Hvat er títt yndisvers ella brot?


Fiskiveiða Pæturs, Luk 5:2. Vit fáa at vita, at teir høvdu roynt alla náttina, men einki fingið. Jesus biður teir fara at seta gørnini út enn eina ferð. Pætur svarar: “Eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur”. Teir fingu eina so stóra mongd, sum teir neyvan áður høvdu sæð.

Vanlig mannahugsan vildi verið, at nú teir høvdu troffið við fiskin, var at dríva á við fiskiskapinum, sum nú kastaði so nógv av sær, men nei. Eftir Jesu áheitan “drógu teir bátarnar upp á land, og fóru frá øllum og fylgdu honum”. Teir høvdu sæð tað, ið størri var, frelsaran Jesus son Guðs.


Hví skulu vit lesa í Bíbliuni?

Bíblian er Guðs orð. Hon vísir okkum vegin til sannleikan og sælu. “So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt, men tað sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists”. Róm 10:17 “Latið orð Krists búgva ríkiliga hjá tykkum í øllum vísdómi, so at tit læra og áminna hvør annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum, og syngja yndisliga Guði lov í hjørtum tykkara”. Kol 3:16.


Hvørja frásøgn vilt tú viðmæla einum nýggjum Bíbliulesara?


Rómverjabrævið er sera spennandi og innihaldsríkt, og svarar mongum trúarspurningum. Annars er henda bíbliuætlan ein sera góður lykil til dagsins orð.


Bíbliulesiætlanin 2021-2022

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen