Lurta
Eg eri komin at finna tey burturvilstu
15.01.2022

Jesus helt ferðini fram inn í Jeriko. Har búði ein maður, sum æt Sakeus.

Hann var yvirtollari og var ríkur. Hann vildi fegin síggja Jesus, men hann kundi ikki sleppa framat, tí hann var lítil, og har var ein rúgva av fólki. Tí fór hann rennandi undan fjøldini og kleiv upp í eitt morberjatræ, so hann kundi síggja Jesus, tá ið hann kom framvið.


Tá ið Jesus kom hagar, hugdi hann upp og segði við Sakeus: „Skunda tær og kom niður, tí eg skal koma inn at vitja teg í dag.“


Sakeus skundaði sær niður og tók glaður ímóti Jesusi. Øll sóu hetta, og tey ilskaðust. „Hann kann ikki fara inn at vitja ein, sum ikki heldur lógina,“ søgdu tey hvørt við annað.


Men Sakeus steig fram og segði við Jesus: „Hygg Harri, eg vil geva helvtina av ogn míni til tey fátæku. Og um eg havi tikið ov mikið frá onkrum, gjaldi eg teimum tað fýra ferðir aftur.“


Jesus segði: „Í dag er Sakeus og familja hansara blivin frelst, og minnist til, at eisini hann er av ætt Ábrahams.


Og eg, Menniskjusonurin, eri komin at finna tey burturvilstu og bjarga teimum.“

 

Luk. 19,1-10
2.s.e. trettanda
Nýggi Sáttmálin 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen