Lurta
10 bíbliutekstir um eydnu og takksemi
20.01.2022

 

1. Við songi eg honum lovi

Harrin er mín styrki og mín skjøldur, hjarta mítt leit á hann, og eg fekk hjálp; tí frøist mítt hjarta, og við mínum songi eg honum lovi.
Sálmur 28, 7

 

2. Sælur er hin rættlæti
Sælur hin rættláti, honum skal vignast væl, tí at hann skal njóta ávøkst verka sína.
Jesaja 3,10

 

 

 

3. Harrin gevur vísdóm, vitsku og gleði
Tí at tí manni, sum hann hevur tokka til, gevur hann vísdóm og vitsku og gleði; men tí, sum syndar, gevur hann tað stríð at savna og rúgva saman, so at tann, sum Guð hevur tokka til, kann fáa tað. Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.
Prædikarin 2,26

 

4. Gleðir seg um Harrans lóg
Sælur er maður, ið ei fylgir vándra manna ráði, ið ei stendur á syndara vegi og ei situr í spottara lagi; men hvørs hugur stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt.
Sálmur 1,1-2

 

5. Tann, sum vil elska lívið
Tí at tann, sum vil elska lívið og síggja góðar dagar, skal varða tungu sína frá illum og varrarnar frá at tala fals, hann víki frá tí illa og geri tað góða, hann søki frið og stundi eftir honum!
1. Pætursbræv 3,10-11

 

6. Sæla við tína høgru hond
Kunnan gert tú mær lívsins veg; fyri ásjón tíni er fylling av gleði, sæla við tína høgru hond allar ævir.
Sálmur 16,11

 

7. Roynsla og tolmóð
Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum, við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð. Men tolmóðin eigur at fáa fullbúgvið verk, til tess at tit mega vera fullkomnir og albúnir, og tað ikki vantar á hjá tykkum í nøkrum.
Jákupsbrævið 1,2-4

 

8. Sælir eru teir, ið fylgja mínum vegum
Og nú, synir mínir, lýðið á meg, tí at sælir eru teir, ið fylgja mínum vegum.
Orðtøkini 8,32

 

9. Fyrigivin
Sælir eru teir, sum hava misbrot síni fyrigivin og syndir sínar huldar. Sælur er maður, sum Harrin ikki tilroknar synd.
Rómverjabrævið 4,7-8

 

10. Hvør vil lata okkum skoða lukku?
Mangir eru teir, ið siga: Hvør vil lata okkum skoða lukku? Lyft yvir okkum, Harri, andlits ljós títt! Mær í hjarta tú gleði hevur givið, størri enn teirra, tá tey í yvirflóð hava korn og vín. Í friði eg vil bæði leggjast og sovna, tí tú, Harri, meg letur búgva í trygdum, í einingi.
Sálmur 5,7-9

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen