Lurta
Fimm spurningar til Jógvan á Lakjuni
01.02.2022

Nær ella hvar lesur tú í Bíbliuni?

 

Í mínum barnaheimi var Bíblian ein natúrligur partur av gerandisdegnum, og frá smádreingi av lærdi eg at virða hana og gera hana til ein fastan tátt í tilveruni. So, hóast ikki altíð so regluliga, so havi eg gjøgnum alt lívið lisið Guds orð - stundum meira og stundum minni. Eitt sindur skiftandi, nær á degnum eg havi lisið í Bíbliuni.

 

Tá ið eg var yngri, kanska mest um kvøldið, meðan nú og tey seinastu árini havi eg vant meg til sum tað fyrsta um morgunin at seta meg við Bíbliuni.

 

Hvør er tín yndispersónur í Bíbliuni?


Jesus er persónurin yvir øllum øðrum, Guds sonur, sum gav upp sína dýrd, gjørdist menniskja og kom til jarðar at bøta fyri syndir okkara, soleiðis at vit við at trúgva á Hann ikki skulu fortapast, men hava ævigt lív. Tað eru annars nógvir yndispersónar, eg kundi nevnt, Ábraham, Móses, Jósef, Dávid, Pætur og Paulus.

 

Men skal eg nevna ein, so er tað Dánjal profetur, sum blaðungur og herleiddur til fremmant land setti sær fyri at gera tað rætta. Og Gud var við honum og gav honum vit og ovurhonds vísdóm.


Hvat er títt yndisvers ella -brot?

 

Skal nevna tvey av mínum yndisversum. Lærdi tey uttanat á barnalegu við Áir í 1965, og tey hava verið barlast alt lívið: 1. Jóh. 5:13: “Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar”. Josva 1:9: “Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera”.


Annars eru m.a. Sálmur 91, Orðtøkini og líðingarsøga Jesusar støð í Bíbliuni, eg altíð vendi aftur til.

 

Hví skulu vit lesa í Bíbliuni?

 

Vit skulu lesa í Bíbliuni, tí hon er Guds orð til okkara. Í 2. Tim. 3,16-17 stendur: "Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk."

 

Okkum tørvar føði fyri at liva, og gevast vit at eta, so vikna vit skjótt. Tað sama kunnu vit siga um okkara andaliga lív. Vit mugu fáa andaliga føði.

 

Hvørja frásøgn vilt tú viðmæla einum nýggjum bíbliulesara?

 

Hugsi, at tað er gott hjá einum nýggjum bíbliulesara at byrja við at lesa evangeliini, sum siga frá lívi Jesusar, virki, undurverkum, deyða og uppreisn hansara. Hjá børnum er kanska gott at byrja við at lesa onkra av teimum frálíku barna- og myndabíbliunum, sum vit eiga á føroyskum.

 

Bíbliulesiætlanin 2021-22

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen