Lurta
Fata tit alt hetta?
05.02.2022

Guds ríki kann sammetast við ein dýrgrip, sum var grivin niður í jørðina. Ein maður fann hann, og hann fjaldi hann aftur í moldini beinanvegin. Púra ovfarin av gleði fór hann og seldi alt, hann átti, og keypti hesa jørðina.


Guds ríki er eisini líkt einum keypmanni, sum sóknaðist eftir vøkrum perlum. Ein dagin fann hann eina sera virðismikla perlu. Hann seldi alt, hann átti, og keypti perluna.“


Jesus segði eitt líknilsi aftrat um Guds ríki: „Nakrir menn kastaðu nót, og hon fyltist við ymsum fiskasløgum. Tá ið teir høvdu drigið hana inn í fjøruna, settu teir seg at skilja fiskin. Teir, ið vóru etandi, løgdu teir í ein kassa, og teir, ið ikki vóru etandi, vórðu blakaðir aftur í havið.


Soleiðis verður við veraldar enda. Einglarnir fara og skilja tey óndu frá teimum góðu og brenna tey í eldovni. Har skal vera grátur og tannagrísl.


"Fata tit alt hetta?“ Tey svaraðu honum: „Ja!“ Og hann segði við tey: „Somuleiðis kann tann, sum hevur lært um Guds ríki, líknast við ein mann, sum kann taka fram úr goymslum sínum nýtt og gamalt og býta út.“


Matt. 13, 44-52
5. s.e. trettanda
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen