Tað fyrsta brævasavnið
06.05.2015

Stóra finningin av Paulusar brøvum varð gjørd í Egyptalandi tíðliga í 1930-talinum.

 

Tey gulnaðu papyrusørkini vístu seg at vera áttatiseks ørk frá tí elsta savninum av Paulusar brøvum, sum vit kenna. Papyrus 46 er tað elsta handritið vit hava, sum hevur eitt brævasavn, sum Paulus skrivaði frá ár 50 til sín deyða um ár 65 e.Kr. Paulus tykist sjálvur at hava byrjað eitt tílíkt savn.

 

Í einum av brøvum sínum heitir hann á meinigheitina í Kollossu at býta um brøv við grannameinigheitina í Laodikeu (sí Kol. 4,16). Á tann hátt hava tær kristnu meinigheitirnar hugsandi havt fleiri av Paulusar brøvum í sínum savni. Heilt tíðliga eru tær byrjaðar at savna hesi brøv í eitt bind. Seinast um ár 100 e. Kr. vóru brøvini eitt savn og send runt millum tær kristnu meinigheitirnar í einum bindi.

 

Í einum tílíkum brævasavni var tað hent at seta yvirskrift yvir hvørt bræv, og soleiðis vórðu tær stuttu yvirskriftirnar til: “ Til rómverja”, “til galatamanna” og so framvegis.

 

Kanska vóru hesi stóru brævasøvnini partvís orsøkin til, at tey kristnu komu at dáma bókastøddina? Tað vanliga um ár 100 var at skriva í eina bókarullu, men tey kristnu valdu at forma skriftir sínar sum bøkur ístaðin. Í eini bók kundu tey nevniliga savna fleiri tekstir enn ein bókarulla kundi hava.

 

Upprunaliga vórðu brøvini send avstað eitt og eitt. Tí skuldi ein kanska trúð, at tey framhaldandi fóru at verða send eitt og eitt. Men í dag finna vit brøvini bara í søvnum.

 

Í stuttum kann sigast, at ikki eitt einasta handrit sær út til bert at vera eitt einstakt bræv. Har teksturin í einum brævi endar, kemur altíð ein nýggj yvirskrift og eitt nýtt bræv. Soleiðis er í øllum handritunum, sum eru nóg væl varðveitt til, at ein kann kanna fleiri síður hvørja ferð. Og Papyrus 46 er nógv tað fyrsta av hesum.

 

Papyrus 46 verður tíðarfest til umleið ár 200 e.Kr. Nakrir granskarar vilja tíðarfesta tað til nógv fyrr, gjarna til miðjan 100-talið, men vanligt er at tíðarfesta tað til tíðina um annað árhundraðskiftið.

 

Foto: Papyrus 46, Kolossubrævið 1,5-12 og Rómverjabrævið 11,13-22.

 

Hjørleif Poulsen umsetti.