Lurta
Stuðulstiltak í Emmaus til frama fyri neyðstødd í Ukraina
22.03.2022

Nú kríggj herjar í Ukraina er stórur tørvur á neyðhjálp til fólkið har í landinum.

 

Í hesum sambandi verður eitt stuðulstiltak í Emmaus í Klaksvík, leygardagin 2. apríl kl. 10, til frama fyri neyðstøddum menniskjum í Ukraina.

 

Stuðulstiltakið er skipað sum ein marknaðardagur og fer allur peningurin óskerdur til Bíbliufelagið í Ukraina, sum ger eitt stórt arbeiði við neyðhjálp og at deila bíbliur til børn, vaksin og hermenn.

 

 

 

 

Á skránni verður:
- Mat og køkutombola
- Kaffisøla
- Fløskuinnsavnan (Kom við tínum tómu fløskum, so avreiða vit tær fyri teg og peningurin fer til neyðstødd í Ukraina)
- Páskakurvar
- Søla av feskum kjálkum
- Lutaseðlar

 

Ynskir tú at veita eina hjálpandi hond í sambandi við hetta tiltak ella hevur tú onkrar lutir tú ynskir at lata sum evt. kunnu brúkast til vinningar á lutaseðlunum eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Birnu (255731) ella Poul Jóhannes (234996).

 

Tey taka ímóti lutum til mat og køkutombolaði í Emmaus fríggjadagin 1. apríl frá kl. 18.

 

Á sunnudagskúlanum, sunnudagin 27/3 eru børnini vælkomin at hava okkurt við sum tey kunnu lata til páskakurvina (t.d. okkurt páskapynt, góðgæti, sodavatn, sjokolátu v.m.)

 

Vónandi taka tit væl í móti hesum tiltakið og stuðla væl upp um tað og á hendan hátt veita eina hjálpandi hond til neyðstødd menniskju í Ukraine, siga tey í Emmaus í Klaksvík og takka fyri stuðulin.

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen