Lurta
Boðanardagur Mariu
16.03.2024

Og Maria fór at syngja: „Eg takki Gudi av øllum mínum hjarta og gleðist um, at hann er Frelsari mín.


Hann hevur valt meg, sjálvt um eg einki eri verd. Eftir hetta fara øll at nevna meg hin vælsignaða, tí tann Alvaldandi hevur gjørt stórverk móti mær.


Navn hansara er heilagt! Hann tekur sær av øllum teimum, sum virða og æra hann – ætt eftir ætt.


Hann ger stórverk við sterka armi sínum, og tey, ið meta seg sjálvan høgt, spjaðir hann sundur.


Tey stóru stoytir hann frá sínum trónum, og tey smáu lyftir hann upp.


Gud gevur teimum svongu góðar gávur, og rík sendir hann tómhent burtur.


Hann sær til fólk sítt, og hevur umsorgan fyri tí, soleiðis sum hann lovaði fedrum okkara, – Ábrahams ætt – í ævir.“


Maria var hjá Elisabet í tríggjar mánaðir, áðrenn hon fór heim aftur.


Luk. 1,46-56
Boðanardagur Mariu
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen