Lurta
Elskar tú meg?
23.04.2022

Tá ið teir høvdu etið, segði Jesus við Pætur: „Símun Jóannesarson, elskar tú meg meira enn nakran annan?“ „Ja, Harri,“ svaraði hann; „Tú veitst, at eg eri góður við teg.“ Jesus segði við hann: „Røkta lomb míni!“


Jesus segði aftur við hann: „Símun Jóannesarson, elskar tú meg?“ „Ja, Harri. Tú veitst, at eg eri góður við teg,“ svaraði Pætur. Jesus segði við hann: „So skalt tú vera hirði hjá seyði mínum.“


Jesus spurdi hann triðju ferð: „Símum Jóannesarson, ert tú góður við meg?“ Pætur gjørdist keddur, tí at Jesus nú fyri triðju ferð spurdi hann: „Ert tú góður við meg?“ Pætur segði við hann: „Harri, tú veitst alt, tú veitst, at eg eri góður við teg.“ Jesus segði við hann: „Røkta lomb míni!


Hoyr nú her: Tá ið tú vart yngri, lætst tú teg sjálvan í og fór hagar, tú sjálvur vildi. Men tá ið tú verður gamal, skalt tú rætta út hendur tínar, og ein annar skal lata teg í og føra teg hagar, sum tú ikki vilt.“


Soleiðis avdúkaði Jesus, at Pætur fór at verða krossfestur og á tann hátt æra Gud.


So segði hann við Pætur: „Fylg mær!“


Jóh. 21,15-19
1. s. e. páskir
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen