Lurta
Søgan um Walesgentuna Mary Jones
05.05.2022

Um onkur hevði sagt við Mary, at hon um 200 ár fór at gerast kend um allan heimin, hevði hon fatað tað sum skemt. Somuleiðis bygdarfólkið.

 

Eins alkend er hon í øllum teimum 200 londunum, har bíbliufelagið í dag er virkið. Tað er veruliga hennara ágrýtni, ið setti ferð á bíbliuarbeiðið.

“Hann, ið hevði kunnað fingið sína egnu bíbliu!” Hetta gjørdist hennara dreymur. Bíbliur vóru tá bæði dýrar og sjáldsamar. Hjá Mary, sum hoyrdi upp í tey fátæksligu, var hetta ikki annað enn ein dreymur.

 

“Gloym hatta!” segði mamman, tá hon hevði hetta á máli. “Og hvussu fer at gangast tær at læra lesa? Hjá fátækum er jú eingin skúlagongd møgulig.” Men seinni frættist, at nýggjur skúli var komin eina tímalongd hiðani. Og Mary fór eydnusæl av garði. At lesa lærdi hon sum fáur. Men hvussu við at fáa hendur á onkra bók, tí í hennara fátæka heimi var eingin bók? Men lukkutíð hevði grannakonan, Ewans, bitið merki í ágrýtni hennara og nærlagni. Mary var tí bæði tíðliga og seint í hesum heimi og las úr bíbliu hennara.

 

Og ein sunnudag fingu foreldur Mary eina óvæntaða gleði. Presturin mælti frá talarastólinum: “Prædikutekstin henda sunnudag verður lisin av Mary Jones”. Mary reistist og fór við bankandi hjarta á føtur fram at lesipultinum. Varisliga tók hon at blaða í hesi miklu bók og fann niður á staðið, lærarin hevði ætlað henni at lisið. Hon andaði djúpt og tók at lesa. Í fyrstuni eitt sindur skelvandi, men síðan harðari og sannførandi á sínum valisiska máli:

 

“Hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellibotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundi móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellibotni.”

 

Tá Mary var liðug at lesa, fór hon skundisliga aftur og setti seg. Hon hugdi upp at foreldunum, ið sótu har so glað og takksom. Tá gudstænastan var liðug vóru tað mong, ið spurdu hana, hvar hon hevði lært at lesa. “Tit eru víst glað og ikki sørt stolt av henni,” segði frú Ewans, ið búði á Stóra garði.

 

“Jú, tað kunnu vit ikki annað siga”, svaraði móðir Mary. “Hugsið tykkum, hon hevur eina ótrúliga ætlan, og hon er at spara saman pening at keypa sær sína egnu bíbliu á valisiskum!” “Tað fer hon eisini at megna,” svaraði frú Ewans. “Tað krevur stór viljastyrki at læra so skjótt at lesa. Slík genta megnar alt, hon setur sær fyri. Ímeðan kann hon koma á gátt hjá okkum so ofta henni lystir at lesa í okkara bíbliu”.

 

Mary hugsaði alsamt um at fáa sína egnu bíbliu. Pening mátti hon fáa til vega, ja eina rúgvu, men hvussu? Hon fekk eitt hugskot. Tað kom sum úr byrsuni.

Tvey høsn verða ein bíblia.

 

Mary hevði leingi hjálpt mammuni at vaska klæðir. Hon bjóðaði sær eisini til at vaska fyri onnur. Hetta kundi geva henni eitt sindur av vinningi. Frá frú Ewans fekk hon tvær hønur. Hesar vurpu. Hon savnaði eggini saman at selja. Hon ansaði børnum, gjørdi ørindi fyri fólk, bant bundnaturriklæði, sokkar og annað.

 

Allur samanspardi peningurin varð goymdur til at keypa bíbliu fyri,sum hon droymdi um. Í seks ár spardi hon saman. Og so kom dagurin, tá hon helt seg hava nóg mikið. Men stórt gjørdist vónbrotið, tí eingin í sóknini hevði nakra bíbliu at selja henni. “Tú ert noydd at fara leiðina til Bala,” mælti onkur. “Presturin har, selur bíbliur..”

 

Í Bala, sum var heilar 40 kilometrar haðani, hon búði, hevði hon ongantíð verið. Hon var nú vorðin 16 ár. Hetta fór hon at royna. Við peninginum, fjaldum í einum pjøka, fór hon til gongu. Hon kom í prestagarðin og Charles prestur tók blídliga ímóti henni. Hon segði ørindi síni og bað prestin um at selja sær eina bíbliu..

 

“Tað harmar meg, genta mín, allar bíbliurnar, eg átti, eru seldar. Tann einasta, ið eftir er, er umbiðin.” Sigur hann og peikar á ein einsamallan pakka á borðinum.

 

Hetta var henni eitt stórt vónbrot. So langa ferð til onga nyttu.! Við táravættum eygum greiddi hon prestinum frá, at hon í seks ár hevði spart pening saman. Gingið alla hesa 40 kilometra longu ferðina og sama teinin aftur uttan nakra bíbliu.... Charles prestur lurtaði eftir tí, hon segði og gjørdist gripin av hesum, hon segði. Kvikliga tók hann pakkan á borðinum lá og segði: “Mary, tak tú hesa bíbliu heim við tær! So skal eg royna at útvega eina aðra til hansara, ið bílagt hevur hesa.”

 

Eydnusæl legði hon leiðina heim aftur við síni nýggju bíbliu. Tað eydnaðist!

Her endar tó ikki søgan. Charles prestur var seinni á einum stórmøti í London. Á hesum møti segði hann søguna um Mary. “Vit mugu gera eitthvørt fyri at ganga ynskjum hjá fólki á møti, ið vilja ogna sær sína egnu bíbliu; annaðhvørt tey eru fátæk ella rík, børn ella vaksin, um tey búgva í Wales, í Onglandi, ella aðrastaðni í heiminum..”

 

Úttalilsið varð tikið ímóti við stórum eldhuga. Hetta gjørdist startskotið, at heimsins fyrsta bíbliufelag varð stovnsett í Onglandi í 1804, í Danmark 1814 og í Noreg í 1816. Í dag virka sameinda bíbliufelagið í 200 londum um allan heimin. Ágrýtna Mary setti alt hetta í verk.

 

Les meira um Mary Jones her...

 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen