Lurta
Málið í eygsjón
03.06.2022

Sunnudagin 5. juni er Hvítusunnudagur, og tá er stuðulsdagur hjá Føroyska Bíbliufelagnum í nógvum kirkjum og samkomum.

 

Bíbliufelagið vónar, at kirkjur, samkomur og onnur vilja stuðla Bíbliufelagnum at fáa Guds orð út til alt Føroya fólk.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað av stuðlum og gávum, og er hetta ein munandi partur av fíggjarliga grundarlagnum undir Bíbliufelagnum.

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at týða og útgeva Bíbliuna og bíbilskt tilfar til allar føroyingar, so vit øll hava møguleika at lesa Bíbliuna á móðurmálinum.

Vit stuðla eisini øðrum tjóðum í hesum. M.a. vóru yvir 125.000 kr. innsavnaðar í Føroyum og sendar til Ukrainska Bíbliufelagið 10. mai í ár. Vit takka hjartaliga fyri stuðulin! Felagið stuðlar eisini sjónvarpsrásini Sat 7, ið m.a. ger undirvísingar- og kristiligt tilfar til Miðeysturs og Norðurafrika.

Nýggja bíbliuumsetingin hevur hægstu raðfesting. Umsetingin er komin væl ávegis, men andaligur og fíggjarligur stuðul krevst, um tað skal eydnast at fáa útgávuna lidna í 2023, sum ætlað.

Endurskoðanin av Nýggja Sáttmálanum – Nýggja Testamenti á gerandisføroyskum – krevur sítt, og er komin væl ávegis. Eftir ætlan kemur endurskoðaði Nýggi Sáttmálin eisini út í 2023.

Við tøkk og bøn um góðan stuðul.

 

Vinaliga vegna

Føroyska Bíbliufelagið

 

Jógvan Fríðriksson

         Forseti

Bergur D. Joensen
        Formaður

Gunnar K Nattestad

       Aðalskrivari

 

BankNordik 6460-382.873.7
Betri Banki 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi 9865-992.646.6
Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8