Lurta
Eg havi fingið alt vald í himli og á jørð
11.06.2022

Teir ellivu lærusveinarnir fóru av stað til tað fjallið í Galilea, har Jesus segði, at teir skuldu hittast.


Og tá ið teir sóu hann, løgdu teir seg á knæ fyri honum, men nakrir ivaðust, um tað var hann.


Jesus fór til teirra og segði: „Eg havi fingið alt vald í himli og á jørð. Tí skulu tit fara út til øll heimsins fólk og fáa tey at fylgja mær.


Tit skulu doypa tey til navnið hjá Pápanum, Soninum og Heilaga Andanum, og tit skulu læra tey at gera alt tað, ið eg havi sagt.


Eg lovi, at eg eri við tykkum, so leingi heimurin er til."


Matt. 28,16-20
Tríeindar sunnudagur
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen